Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 147
Nr. 88.
14. oktober.
KUNNGERÐ
um
kranar.
Eftir § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd hevur landsstýrið
fyrisett:
Vanligar reglur
§ 1. Reglurnar í hesi kunngerð eru galdandi fyri mekaniskt riknar kranar.
2. stk. Við kranar er at skilja lyftiútgerð við spæli, har byrðin hongur frítt.
§ 2. Kranar og alt, sum hoyrir til, skulu á ein hvønn hátt vera trygdarliga innrættaðir,
uppsettir, hildnir og røktir. Tær fylgjandi forskriftir, ið her eru givnar, eiga tí serstakliga at
vera havdar í huga.
Innrætting av kranum
§ 3. Allir kranar skulu vera týðiliga og haldgott merktir við navni á framleiðara, fram-
leiðsluári, raðtali og ta størst loyvdu last.
2. stk. Allir berandi partar á krananum, so sum stell, útliggjarar, akslar, legur, tøppar,
samlilutir, ketur, tog og burðarkrókar, skulu hava ta neyðugu styrkina, so teir við nóg
góðari trygd tola ta ávirkan teir koma fyri.
3. stk. A kranum, sum verða tiknir í nýtslu aftaná at henda kunngerð kemur í gildi, má
bert nýtast stáltog til at hiva og lora við.
4. stk. Tilfarið í stáltognum skal uttan at slitna tola eina last, sum liggur millum 130 og
200 kg/mm2, og togini skulu vera soleiðis í vavi, at trekk- og kreppárinið ikki fer upp um
1/4 av tí togið tolir, tá kranin lyftir so nógv sum gjørligt. Arbeiðseftirlitið ásetir nærri reglur
um útrokning av stáltogum.
§ 4. Allir kranar skulu vera útgjørdir við eini sjálwirkandi skipan, sum steðgar spælinum,
áðrenn byrðan er komin for upp.
2. stk. A kranum, har støðan hjá útliggjaranum ella støðan hjá byrðini á útliggjaranum
kann broytast, skal hin størst loyvda last hjá krananum á teimum ymisku støðunum vera
ávíst á ein slíkan hátt, at kranførarin sær hetta frá sínum støðuplássi.
3. stk. A kranum, ið koyra á skinnarum ella líknandi, skulu vera skipanir, sum á tryggan
hátt steðga krananum, tá hann ikki sleppur longur, ella sum sjálvvirkandi og í góðari tíð
geva kranføraranum ávaringartekin, áðrenn kranin er komin heilt út.
4. stk. Koyrivognar við førara skulu vera útgjørdir við fullgóðari skipan, sum tryggjar, at
kranin ikki koppar, dettur niður el. líkn., um so er, at akslar brotna, vognurin koyrir av
sporinum ella líknandi óhapp henda.
5. stk. Uppgongdir í kranar skulu vera soleiðis støðaðar, at ein frá føraraplássinum altíð
hevur fult yvirlit yvir tær, hvussu kranin so stendur. Um ikki, skal uppgongdin vera soleiðis
tryggjað, at ein uttan vanda kann nýta hana, eisini tá kranin arbeiðir.
6. stk. Um uppgongdir í kranar eru stigar, sum hella meira enn 70° og eru hægri enn 6 m,
skulu stigarnir 5 m yvir jørð hava trygdarkurv.
7. stk. Koyrandi kranar við førara skulu vera innrættaðir soleiðis, at førarin hevur fullgott
yvirlit yvir alt lendið, sum kranin koyrir á.
163