Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 20
Nr. 14.
KUNNGERÐ
16. februar.
um
frítíðarløn.
Við heimild í §§ 10, 2. stk., 21, 4. stk. og 22, 2. stk. í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um
frítíð við løn hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Líkningarráð Føroya fyrisitur skipanina viðvíkjandi inn- og útgjalding av frítíðarløn,
sum er ásett í § 10, 2. stk. í lógini. Ráðið fyrisitur Frítíðargrunnin og útinnir tær uppgávur,
sum lógin áleggur grunninum.
Inngjøld
§ 2. Arbeiðsgevarin skal um tey av landsstýrinum góðkendu avrokningarstøð rinda frí-
tíðarlønina saman við lønini á frítíðarlønarkonto avvarðandi løntakarafelags.
2. stk. Hevur løntakari einki umboðandi løntakarafelag at vísa á, skal frítíðarlønin, á sama
hátt sum tilskilað í 1. stk., rindast á frítíðarlønarkonto hjá Frítíðargrunninum.
3. stk. Tað einstaka løntakarafelagið skal útvega sær eina frítíðarlønarkonto til at
varðveita frítíðarlønir á. Løntakarafelagið kann útvega sær frítíðarlønarkonti í fleiri
føroyskum peningastovnum, men kann í mesta lagi hava eina tílíka konto í hvørjum
peningastovni.
4. stk. Løntakarafelagið hevur ikki ræði á peningi, sum stendur á frítíðarlønarkonti.
Einans Líkningarráð Føroya kann ráða yvir innistandandi á frítíðarlønarkonti, tá ið tað er
neyðugt í samband við fyrisitingina av skipanini. Renta av innistandandi á frítíðarlønarkonti
skal rindast kontohavara sambært avtalu við awarðandi peningastovn.
5. stk. Einans konti, sum eru góðkendar av Líkningarráði Føroya, kunnu nýtast til varð-
veitslu av frítíðarlønum. Yvirlit yvir góðkendar konti fæst frá Líkningarráði Føroya.
Útgjøld
§ 3. Frítíðarlønin fyri undanfarna innvinningarárið verður útgoldin frá og við 2. mai á
hvørjum ári. Aðrenn 1. mai fær løntakarin frá Líkningarráði Føroya eina skrivliga útgreinan
av frítíðarlønarupphæddini og fráboðan um, hvar peningurin er tøkur.
2. stk. Frítíðarløn sambært 1. stk., sum er ikki tikin út 1. mai árið eftir, fer í Frítíðar-
grunnin. Landsstýrið kann tó í serligum førum loyva útgjalding av frítíðarløn úr Frítíðar-
grunninum aftan á henda dag.
§ 4. Fyrimælini í §§ 2 og 3 eru eisini galdandi fyri frítíðarløn sambært § 11, 2. stk. í lógini
ella aðrar lógligar avtalaðar fritíðarlønir, eitt nú frítíðarløn av úrtíð.
Onnur fyrimæli
§ 5. Løntakarin hevur skyldu til at lata arbeiðsgevaranum navnið á umboðandi løn-
takarafelag.
§ 6. Tá ið løntakari doyr, skal frítíðarlønin útgjaldast til búgvið.
§ 7. Arbeiðsgevari, sum ger brot á §§ 2 og 4 verður revsaður við sekt.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi beinan vegin.
36
FØROYA LANDSSTÝRI, 16. februar 1987.
Vilhelm Johannesen
landsstýrismaður
/./. Djurhuus.