Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 29
Nr. 20.
8. apríl.
KUNNGERÐ
um
móttøkuskipan av oljurestum og -blandingum, kloakkavlopsvatni
og burturkasti í føroyskum havnum.
Við heimild í § 26, § 53, 2. stk. og § 61 í kgl. fyriskipan nr. 318 frá 26. juni 1985 um verju av
havumhvørvinum hevur landsstýrið fyrisett:
1. Partur
Vanligar reglur.
§ 1. í føroyskum havnum skal havnarstýrið samsvarandi reglunum í hesi kunngerð syrgja
fyri, at fyriskipanir verða settar í verk um móttøku av oljurestum og -blanđingum, kloakk-
avlopsvatni og burturkasti, sum stavar frá skipum og boripallum.
2. stk. í móttøkuskipanini skal við fyriliti til ta vanligu tilgongdina av havnini verða syrgt
fyri nóg góðum møguleikum fyri avskipan uttan at hetta seinkar skipunum óneyðugt.
2. Partur.
Olja.
§ 2. »01ja« verður í hesi kunngerð at skilja sum eitt hvørt slag av steinolju og blandingum
av hesi, herundir ráolja, natúrgass kondensat, oljugrums og oljuburturkast umframt
brenniolja og øll onnur reinsað evni undantikið petrokemikaliur, sum eru flokkaðar sambært
§ 17 í kgl. fyriskipan um verju av havumhvørvinum.
2. stk. »01jutangaskip« verður at skilja sum eitt skip, sum er bygt til oljuflutning ella sum
flytir olju í bulk.
§ 3. í øllum havnum skal skipast fyri móttøku av oljugruggi, brúktari smyrjiolju, olju-
kendum blandingum úr maskinrúmsrennunum og líknandi oljurestum.
2. stk. í fyriskipanini skal verða syrgt fyri, at tey vanligu trygdartiltøkini, ið verða stillað til
innrættan av virkjum til oljublandingar, verða tikin við.
§ 4. í niðanfyri nevndu havnum skal skipast fyri móttøku av oljublandaðum barlastar- og
tangaskolivatni.
a) í havnum, har oljutangaskip skipa olju inn,
b) í havnum, har skip verða umvæld,
c) í havnum, har skip, sum hava flutt olju í bulk, ferma annað enn olju,
d) í havnum, har skip, sum kunnu taka barlastarvatn í brennievnistanga, verða fermd og
e) í havnum, har skip, sum kunnu taka barlastarvatn í brennievnistanga, skipa olju inn sum
brennievni.
2. stk. Fyri móttøku av oljublandaðum barlastar- ella tangaskolivatni kann havnin krevja,
at boð verða givin 24 tímar áðrenn skipið kemur í havn.
3. stk. í teimum havnum, sum eru nevndar í 1. stk., skulu gerast viðgerðarverk/reinsiverk
til sundurskiljing av tí móttikna oljublandaða barlastar- ella tangaskolivatninum í eina
vatnfasu og eina oljufasu. Tað er ikki neyðugt við einum viðgerðarverki/reinsiverki í
45