Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 149
3. stk. Kranførarin skal ansa eftir, at byrðan er fest væl og virðiliga. Metir hann, at hon
ikki er fest væl, skal hann nokta at gera lyftiarbeiðið.
4. stk. Tann, sum festir byrðina í, hevur ábyrgdina av, at hetta verður gjørt á tryggan hátt.
5. stk. Persónar mugu ikki fara upp í kranan, fyrr enn kranførarin hevur fingið boð um
hetta.
6. stk. Ørindaleys mugu ikki vera á krananum ella á uppgongdunum til kranan.
7. stk. At flyta persónar við lyftiamboðum hjá kranum og øll onnur misnýtsla av kranum
er forboðin.
8. stk. Ferðsla fram við koyriskinnarum er forboðin, uttan so at ein serlig verja ella onnur
tiltøk eru gjørd, sum tryggjar hesar umstøður.
9. stk. Serligt varsemi eigur at verða víst, tá koyrikranar koyra uttandura. Undir koyring-
ini skulu um neyðugt ávaringartekin (lúður, klokka el. líkn.) nýtast, ella hóskandi byrgingar
setast upp, ella ávaringartalvur setast á hóskandi støðum.
Roynd av kranum, fráboðan o. a.
§ 10. Utvegararnir ella uppsetararnir skulu lastroyna allar nýggjar og umbygdar kranar
við minst 25% yvir ta størst loyvdu lastina hjá krananum, áðrenn hesir verða tiknir í nýtslu.
Undir hesari royndini skal kranin vera í teirri vánaligastu støðuni, tá hugsað verður um teir
berandi partarnar og javnvágina hjá krananum.
§ 11. Aðrenn ein nýggjur ella umbygdur krani verður tikin í nýtslu, skal útvegarin ella
umvælarin senda Arbeiðseftirlitinum eina fráboðan um hetta. Oyðibløð til slíkar fráboðanir
fáast hjá Arbeiðseftirlitinum.
2. stk. Tann, sum ger lastroyndina eftir § 10, skal senda Arbeiðseftirlitinum eina royndar-
váttan.
3. stk. Reglurnar í 1. og 2. stk. eru ikki galdandi fyri kranar, har hin størst loyvda arbeiðs-
lastin er 300 kg og minni, og fyri elektrotaljur, har størst loyvda arbeiðslastin er 1000 kg og
minni.
§ 12. Arbeiðseftirlitið kann krevja, at eitt av eftirlitinum góðkent uppslag, sum minnir á
forskriftirnar í hesi kunngerð um eftirlit og nýtslu av kranum, verður sett upp á hóskandi
støðum nær krananum.
§ 13. I samband við útvegan ella uppsetan av nýggjum krana ella við umbygging av eldri
kranum hevur viðkomandi útvegari, uppsetari ella umvælari ábyrgdina av, at forskriftirnar í
hesari kunngerð um innrætting av kranum verða fylgdar.
§ 14. Um Arbeiðseftirlitið metir, at innrættingin ella standurin ger nýtsluna av einum
krana ivingarsama, kann eftirlitið seta forboð fyri at nýta hann.
§ 15. Arbeiðseftirlitið kann i teimum einstøku førunum, ella tá talan er um eitt serstakt
slag av krana, loyva frávik frá reglunum í hesi kunngerð, tá umstøðurnar gera hetta rímiligt
og ráðiligt.
2. stk. Arbeiðseftirlitið kann harafturat loyva frávik frá reglunum í hesari kunngerð, tá tað
snýr seg um kranar, har tog og aðrir partar av krananum lúka almennar útlendskar reglur,
sum eftirlitið metir geva ta neyðugu trygdina móti vanlukkutilburðum.
§ 16. Tær treytir, sum eftirlitið setir og aðrar avgerðir, sum tað tekur, kunnu skjótast inn
til landsstýrið innan 4 vikur eftir at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.
2. stk. Kæra um treytir er tálmandi, tó ikki kæra um forboð eftir § 14.
165