Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 153
3. stk. Nevndin velur sínámillum formann og næstformann.
4. stk. Fer nevndarlimur frá í úrtíð, verður nýggjur limur valdur fyri ta tíðina, ið eftir er av
valskeiðinum.
5. stk. Eingin av nevndarlimunum kann vera í stjórn ella nevnd fyri banka ella sparikassa.
Nevndarformaðurin og næstformaðurin skulu ikki hava tilknýti til fíggjarstovnar yvirhøvur.
§ 5. Nevndin hevur fund hvønn mánað, um hon ikki avger annað, og annars so ofta,
formaðurin heldur tað vera neyðugt.
2. stk. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og stjórin hava rætt til at luttaka á fundum í
nevndini og at boða henni til fundar. Teir hava rætt til at taka orðið á fundi, men hava ikki
atkvøðurætt. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur rætt til at fáa tær upplýsingar frá
nevndini um viðurskifti bankans, sum hann biður um. Tað er skylda formansins at geva
landsstýrismanninum í fíggjarmálum og stjóra bankans fundarboð.
3. stk. Nevndin kann ikki taka avgerð í málum av serligum týdningi, uttan so at landsstýr-
ismaðurin í fíggjarmálum frammanundan hevur fingið boð um, at viðkomandi mál skal
viðgerast.
4. stk. Nevndin er viðtøkufør, tá 3 limir eru á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum
atkvøðumeiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi. Avgerðir
sambært § 11,2. stk. í landsbankalógini krevja 3 atkvøður fyri.
§ 6. Nevndin kunnar seg um øll týdningarmikil mál innan virki bankans. Nevndin kann
nær sum helst krevja slíkar upplýsingar frá stjórnini, sum hon metir neyðugar fyri at loysa
uppgávu sína.
2. stk. Nevndin og stjórnin eiga eisini at ráðføra seg og samráðast sínámillum um
spurningar av almennum týdningi fyri virki bankans.
3. stk. 011 tey mál, sum verða løgd fyri umsjónarráðið, viðgerast fyrst í nevndini, sum ger
tilmæli til umsjónarráðið viðlagt tilmæli frá stjórnini.
4. stk. Nevndin skal annars:
a) góðkenna lántøku og lántøkutreytir undantikið likviditetslántøku í Danmarks National-
bank.
b) góðkenna lánveitingar og veðhald uppá 500.000 kr. ella hægri smbr. § 11 í landsbanka-
lógini, undantikið likviditetslánveiting til landskassan og fíggjarstovnar,
c) góðkenna yvirtøku av fyrisitingaruppgávum sambært § 10 í landsbankalógini,
d) seta stjóra bankans og loysa hann úr starvi. Avgerðin skal staðfestast av landsstýrinum,
e) góðkenna tilnevning av, uppsøgn av og setanartreytir fyri leiðandi medarbeiðarar
bankans,
f) góðkenna frágreiðing og roknskap,
g) gera tilmæli um býti av rakstraryvirskotinum,
h) viðgera grannskoðarafrágreiðing og viðmerkingar grannskoðarans,
i) gera reglur um innanhýsis grannskoðan,
j) góðkenna trygdartiltøk viðvíkjandi virki bankans,
k) góðkenna keyp, sølu og leigu av fastari ogn.
Annars kunnu mál leggjast fyri nevndina eftir meting nevndarformansins og
stjórnarinnar.
Stjórnin
§ 7. Stjórnin er 1 stjóri.
2. stk. Stjórin skal hava tjóðarbúskaparliga útbúgving.
3. stk. Stjórin kann ikki luttaka í leiðsluni ella rakstrinum av privatum vinnufyritøkum
ella vera í leiðsluni av vinnufeløgum.
169