Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 221
Nr. 110.
Kunngerð
23. desember.
um
norska fískiveiðu á landleiðini eftir botnfíski í 1988.
Við heimild i løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur
landsstýrið saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 i løgtinglóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini er í
1988 loyvt skipum, skrásett og heimahoyrandi í Noregi, at reka fiskiskap á landleiðini uttan-
fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum við øðrum reiðskapi enn troli (jbr. tó § 2).
2. stk. Veiða við gørnum er ikki loyvd á hesi leið í tilskilaða tíðarskeiðinum 1. februar til
30. apríl innanfyri 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli
(62°19’17”N 07°05’28”V) og 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49”N 06°33’38”V).
§ 2. Loyvda veiðan er 6.000 tons av botnfíski (longa, brosma, upsi og blálonga). Upsa-
veiðan má ikki fara upp um 1150 tons. í loyvdu veiðuni er íroknað hjáveiða upp til 1200
tons. Hjáveiðan fyri hvønn veiðitúr má ikki fara upp um 35%. Hóast orðingina í § 1 er loyvt
at veiða tey 1150 tonsini av upsa, hjáveiða íroknað, við troli.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at:
1) Vaktar- og Bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn
skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og
-nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðuhátt,
2) skipið hevur flngið flskiloyvi,
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn
á landleiðina, og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina,
flokkað eftir fiskasløgum og nøgd,
4) skipið sigur dagliga fyrrapartin Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, hvar tað er statt
kl. 07°°GMT.
5) skipið fylgir vegleiðingunum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av tænastuni,
og
6) skipið sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis
uppgevur met yvir veiðunøgd (ósløgdur fiskur), hvørt fískaslagið sær.
§ 4. Einki skip má nýta upsagarn, sum í nøkrum parti av garninum hevur smærri meskar
enn 150 mm ella størri meskar enn 165 mm.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. stk., skal vera fyri seg sjálvan í
serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga ganga
gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð fyri vaktartænastuna á landleiðini við-
víkjandi meskamáting.
§ 5. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur
vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði.
§ 6. Tað er ikki loyvt at seta og hava standandi fleiri gørn enn hesi eftir manningar-
talinum:
237