Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 148
8. stk. Er møguleiki fyri ferðslu fram við kranbreytini, mugu eingir partar av krananum
koma nærri øðrum føstum lutum enn 0,5 m.
9. stk. Beint framman fyri hjólini á krananum skulu verjur vera, sum forða fyri yvir-
koyring.
10. stk. I hvíldarstøðu skulu koyrandi kranar úti i fríari luft vera læstir við kílum ella
øðrum tryggum tiltøkum.
11. stk. Framvið gongubrúm og øðrum ferðsluleiðum á kranum skulu vera trygg rekkverk
ella annað og fótlistar, ið forða fyri, at nakað dettur niður.
12. stk. Lyftistroppar skulu vera týðiliga merktir, soleiðis at ein beinleiðis ella á annan
tryggan hátt kann síggja, hvat størst loyvda lastin er fyri tann ávísa stroppin.
13. stk. Arbeiðseftirlitið kann, um hetta verður mett neyðugt, krevja aðra trygdarútgerð
enn hana, ið nevnd er omanfyri, eitt nú ávaringartekin, hámarksavbrótara, ferðstillara og
verjur til burðarkrókar.
14. stk. Allir vandamiklir lutir á krananum skulu vera lokaðir inni ella girdir eftir teimum
vanligu reglunum.
15. stk. Objálvaðir el-leiðingar mugu ikki verða lagdir soleiðis á ella við kranar, at teir elva
til vanda (smbr. sterkstreymsreglugerðina).
Eftirlit og nýtsla
§ 5. Førarar á kranum skulu hava kranføraraprógv í samsvar við galdandi kunngerð.
2. stk. Fyri kranar, sum ikki koma undir kravið um, at førarin skal hava kranføraraprógv
eftir omanfyri nevndu kunngerð, er galdandi, at hesir bert mugu passast av persónum, sum
hava fingið hóskandi leiðbeining í at handfara hesar kranar.
3. stk. Arbeiðseftirlitið kann krevja, at førarar á kranum, har kranføraraprógv ikki er
neyðugt, verða koyrdir úr starvi, um teir hava sýnt ódugnaskap ella ósketni.
4. stk. Eigarin av krananum skal siga kranføraranum frá boðum og leiðbeiningum, sum
Arbeiðseftirlitið hevur givið viðvíkjandi krananum (smbr. § 12).
§ 6. Umframt tey eftirlit kraneigarin javnan skipar fyri, kann Arbeiðseftirlitið í serstøkum
føri krevja, at ein krani við jøvnum millumbilum verður kannaður sera gjølla hjá framleiðar-
anum ella av onkrum øðrum serkønum, sum Arbeiðseftirlitið góðkennir, og eftirlitið kann
krevja at fáa eina váttan frá tí serkøna um úrslitið av kanningini.
§ 7. Ein krani skal beinan vegin verða tikin úr nýtslu, um nakað brek ella nakað hættisligt
awik kemur til sjóndar, og hann má ikki takast í nýtslu aftur, fyrr enn hann er í tryggum
standi. Um kranførarin ikki megnar at bøta um brekini á tryggan hátt, hevur hann skyldu til
at boða kraneigaranum frá hesum.
§ 8. Tað er umráðandi at ansa eftir, at burðartog og ketur eru í forsvarligum standi. Ketur
við stuttum liðum skulu útgløðast við hóskandi millumbilum, sum Arbeiðseftirlitið ásetir, alt
eftir hvussu nógv kranin verður nýttur. Kranaeigarin ella brúkarin hevur tó, eisini uttan at
Arbeiðseftirlitið gevur boð um tað, skyldu til at fáa keturnar útgløddar nóg ofta.
2. stk. Stroppar og onnur íhøggingarútgerð skulu kannast minst eina ferð um mánaðin.
3. stk. Stroppar og onnur íhøggingarútgerð skulu goymast á ein slíkan hátt, sum Arbeið-
seftirlitið metir hóskandi.
4. stk. Umvæling av og eftirlit við kranum skal fara fram undir tryggum viðurskiftum,
meðan kranin er óvirkin.
§ 9. Tað er ikki loyvt at fara upp um størst loyvdu lastina hjá einum krana.
2. stk. Kranførarin kann altíð krevja at fáa at vita, hvat byrðan, sum kranin skal lyfta,
vigar.
164