Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 152
Nr. 92.
18. november.
KUNNGERÐ
um
viðtøkur fyri Landsbanka Føroya.
Við heimild í § 5 í lóg nr. 57 frá 2. oktober 1978 um Landsbanka Føroya við seinni
broytingum hevur landsstýrið fyrisett, at hesar viðtøkur verða at galda fyri Landsbanka
Føroya:
I Leiðsla og fyrisiting
§ 1. Umsjónarráðið telur 9 limir:
a) 3 limir valdir av løgtinginum. Løgtingið kann velja aðrar enn løgtingsmenn.
b) 2 limir valdir av landsstýrinum. Annar av hesum skal hava løgfrøðiliga útbúgving, og hin
skal hava búskaparliga útbúgving, teir kunnu ikki vera løgtingsmenn ella landsstýris-
menn.
c) 4 limir valdir av vinnufeløgum. Teir skulu hava hollan kunnleika til vinnulívsviðurskifti
og kunnu ikki vera løgtingsmenn ella landsstýrismenn. Landsstýrið ásetir reglur fyri
valið.
2. stk. Eingin medarbeiðari í landsbankanum kann vera limur i umsjónarráðnum.
3. stk. Limirnir í umsjónarráðnum verða valdir fyri 5 ár í senn. Um limur fer frá í úrtíð,
verður nýggjur limur valdur fyri ta tíðina, ið eftir er av valskeiðinum.
4. stk. Umsjónarráðið velur fyri 1 ár í senn formann og næstformann.
§ 2. Umsjónarráðið heldur fund eina ferð hvørt hálvár og annars so ofta, formaðurin metir
tørv vera á tí, ella tá 3 limir ynskja tað.
2. stk. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur rætt til at luttaka á fundunum í um-
sjónarráðnum og at boða tí til fundar. Tað er skylda formansins at geva landsstýris-
manninum fundarboð.
3. stk. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Standa atkvøðurnar á
jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
§ 3. Umsjónarráðið skal ansa eftir, at reglurnar í lóg og viðtøku verða hildnar.
2. stk. Umsjónarráðið hevur annars til uppgávu:
a) at velja 3 limir í nevndina. Um 3 limir av umsjónarráðnum biðja um tað, verða teir tríggir
limirnir valdir við lutfalsvali. Onnur enn limir av umsjónarráðnum kunnu veljast,
b) at ummæla broytingar í viðtøkum fyri virki bankans,
c) at góðkenna ársroknskap bankans og eftir tilmæli frá nevnd og stjórn at gera av av-
skrivingar og burturleggingar umframt nýtslu av avlopi bankans,
d) á hvørjum ári at velja løggildan grannskoðara til grannskoðan av roknskapum bankans,
e) hvørt hálvár at velja 2 av limum sínum til saman við einum nevndarlimi, at kanna ognir
og virksemi bankans. Hvør limur ger sjálvur av í hvørjum einstakum føri, hvørjir partar
av bankanum koma undir kanningina.
§ 4. Nevndin telur 5 limir:
a) teir av landsstýrinum valdu tveir, jbr. § 1 b,
b) teir av umsjónarráðnum valdu tríggir, jbr. § 3 a.
2. stk. Nevndin verður vald fyri 1 ár í senn.
168