Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Blaðsíða 143
Nr. 87.
13. oktober.
KUNNGERÐ
um
reglur fyri Happadráttin.
Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 49 frá 15. juni 1950 um føroyskan happadrátt við seinni
broytingum, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. SKIPAN.
Ein happadráttur verður i hvørjum hálvári. Hann verður drigin í 3 dráttum, hvør dráttur-
in annanhvønn mánað. Talið av lutaseðlum (t.e. numrum) verður frá 1. januar 1988 14.000.
Harafturat koma 579 lutaseðlar fyri teir, sum verða drignir og vinna í 1. og 2. drátti. Talið á
vinningum, sum í hálvárinum verða drignir í teimum 3 dráttunum, er 1.031 og í peningi
tilsamans kr. 1.568.000,- umframt kr. 10.000 í eykavinningi til seinast drigna seðilin.
§ 2. LUTASEÐLARNIR.
Lutaseðlarnir eru heilir-, hálvir- og fjórðingsseðlar. Drigin seðil gevur rætt til ávikavist
heilan, hájvan ella fjórðingsvinning.
2. stk. Á hvørjum lutaseðli er prentað eitt tal frá 1 og til 14579, bæði tikin við. Hálvir og
fjórðings seðlar verða umframt merktir við bókstavi, hálvir við A og B, fjórðings við A, B, C
og D.
3. stk. Allir lutaseðlar eru prentaðir við undirskrift landsstýrisins vegna og skulu, tá teir
verða seldir, eisini verða undirskrivaðir av happadráttarseljaranum við tilskilan av bústaði
hansara. Lutaseðil hevur ikki gildi, fyrr enn seljarin hevur undirskrivað hann.
§ 3. PRÍSURIN Á LUTASEÐLUM.
Lutaseðlarnir kosta:
heilur...................... 160 kr.
hálvur....................... 80 kr.
fjórðings.................... 40 kr.
2. stk. Tað er ikki loyvt at selja lutaseðil fyri hægri ella lægri prís. Heldur ikki má seljari
taka ímóti samsýning, um vinningur fellur til seldan seðil.
§ 4. SØLA AV LUTASEÐLUM.
Lutaseðlarnir verða seldir av happadráttarseljarum, settir av happadráttarnevndini.
2. stk. Sølan og mannagongdin yvirhøvur fer fram eftir reglum, sum landsstýrið fyrisetur.
§ 5. DRÁTTURIN.
I fyrsta drátti luttaka numrini 1 til 14.000, bæði tikin við. í 2. og 3. drátti luttaka ávikavist
247 og 332 eykanummur í staðin fyri nummur drigin í ávikavist 1. og 2. drátti, soleiðis at tað
í hvørjum í teimum 3 dráttunum luttaka 14.000 nummur.
2. stk. Vinningarnir eru teir eftir viðhefta yvirliti.
3. stk. Drátturin fer alment fram undir eftirliti og leiðslu av happadráttarnevndini.
4. stk. Beint aftaná hvønn drátt letur nevndin skriva lista (dráttarlista) yvir tey nummur, ið
eru drigin, og teir vinningar, ið eru falnir til teirra. Dráttarlistarnir verða sendir til seljarar-
nar, og hvør seljari hevur skyldu, tá tað verður kravt, at vísa sínum spælarum hesar listar og
rinda ella ávísa vinningin, sum fallin er á lutaseðil.
159