Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 3

Fróðskaparrit - 01.01.1995, Page 3
HANS DEBES JOENSEN 7 streingjum teirra, ið burtur hava verið, er sum nevnt lærdómsstovnurin Fróðskapar- setur Føroya, ið er miðdepil fyri gransking og lærdum lestri. Hann kann skapa nøkrum av studentum okkara líkindi at nema nakað av lærdómi heima á landi, áðrenn neyðugt verður at fara burtur í lond, ella eisini at leggja ein tátt niður við tí, ið nomið er utt- anlendis. Millum teirra, ið tóku hetta stóra tak, var Hanus ein hin ítasti. Tað er av sonn- um einki minni enn undranarvert, at tað, sum mangur hevði dreymar um, men valla tordi at hugsa í álvara, eydnaðist hesum monnum at fremja í gerð. Her hava gingið saman dirvi, sterkur vilji, tol og seiggi, og eisini serstøk evni at fara við fólki, helst teimum, ið ráddu fyri landi og peningi. Hanus var limur í setursráðnum frá byrjan í 1965 til 1977, trý tey seinastu árini sat hann í formanssessi. Aftur at tí krevjandi læknayrkinum - hann var landslækni í ein mansaldur, 1949- 79 - gav hann sær stundir at røkja mong áhugamál, týddi ikki so lítið av bók- mentum, m.a. kinverskan skaldskap (Eyst- anduni, 1976, við drúgvum og fródligum inngangi). I fjør kom fyrsta bindið av einum meginverkinum í heimsbókment- unum, Dekameron eftir Boccaccio. Yrk- ingar hansara gjøgnum árini komu út í savninum í súgi um Froðbiarboða (1991). Til tað seinasta fekst hann saman við Jóhannesi av Skarði við at týða stórverkið Herstríð ogfrið eftir Leo Tolstoi. Ikki er at gloyma alsk hansara til fagrar listir. A ungum árum í Keypmannahavn var hann ein av undangongumonnunum at fáa stovn- að Føroya listafelag, sum varð flutt heim til lands við stríðslok og nú styðjar upp undir hin glæsiliga Listaskála Føroya. Men av øllum avrekum hansara metir undirritaði eina hægst tey megnartøk hann hevur tikið fyri mál okkara, fyrst og fremst til tess at búgva tað út sum vísindamál og yrkismál. Tey, sum lisið hava greinir Han- usar um móðurmálið, eitt nú í Búgvanum, tí valablað, sum føroyingar góvu út í Dan- mørk stríðsárini, varnast alsk hansara til málið og hug og vilja hansara til at ráða tí bót, har sum á vantaði. I Búgvanum nr. 2, 16. januar 1942, er stutt grein eftir hann nevnd Yrkismál okkara. Av tí, at hon er greitt dømi um tað, eg nevni her, og eisini vísir frameftir, loyvi eg mær at endurgeva hana her í heild (stavsetingin dagførd): Vit hava frætt, at landsmenn okkara heima hava givið máli okkara tann sess, ið tað eig- ur. Ikki er tað javnbjóðis við fremmand mál, men einasta almenna mál á Føroyalandi. Hetta var so seinasti bresturin, síðan føroy- ingar í 1888 tóku seg saman um, at Føroya- mál skuldi taka við aftur øllum rættindum sínum í Føroyum. Hetta eru stórtíðindi. Tað er ikki bert tann kenslan, ið nertur við hvønn føroying, nú hann veit, at hansara mál er lýst javnbjóðis øðmm mentaðum málum. Tað er ikki bert tað, at vit koma ongantíð aftur at síggja avbygdarmannin standa og kýta seg á tingi til láturs fyri fremmandum embætis- monnum og dølskum landsmonnum - men tað er rangan av hesum stórtíðindum, vit vilja nerta við - tað er tann ábyrgdin, ið henda ein- mælta viðtøkan leggur á okkum ungu. Sett í verk ger henda lóg so mikið, at hon lítur okkum upp í hendur í øllum fømm at bera fram hugsan okkara á egnum máli. Hvør einstakur maður ella kvinna noyðist tí, t hvussu so er, har tey koma at nerta við al-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.