Fróðskaparrit - 01.01.1995, Síða 3
HANS DEBES JOENSEN
7
streingjum teirra, ið burtur hava verið, er
sum nevnt lærdómsstovnurin Fróðskapar-
setur Føroya, ið er miðdepil fyri gransking
og lærdum lestri. Hann kann skapa nøkrum
av studentum okkara líkindi at nema nakað
av lærdómi heima á landi, áðrenn neyðugt
verður at fara burtur í lond, ella eisini at
leggja ein tátt niður við tí, ið nomið er utt-
anlendis. Millum teirra, ið tóku hetta stóra
tak, var Hanus ein hin ítasti. Tað er av sonn-
um einki minni enn undranarvert, at tað,
sum mangur hevði dreymar um, men valla
tordi at hugsa í álvara, eydnaðist hesum
monnum at fremja í gerð. Her hava gingið
saman dirvi, sterkur vilji, tol og seiggi, og
eisini serstøk evni at fara við fólki, helst
teimum, ið ráddu fyri landi og peningi.
Hanus var limur í setursráðnum frá byrjan í
1965 til 1977, trý tey seinastu árini sat hann
í formanssessi.
Aftur at tí krevjandi læknayrkinum -
hann var landslækni í ein mansaldur, 1949-
79 - gav hann sær stundir at røkja mong
áhugamál, týddi ikki so lítið av bók-
mentum, m.a. kinverskan skaldskap (Eyst-
anduni, 1976, við drúgvum og fródligum
inngangi). I fjør kom fyrsta bindið av
einum meginverkinum í heimsbókment-
unum, Dekameron eftir Boccaccio. Yrk-
ingar hansara gjøgnum árini komu út í
savninum í súgi um Froðbiarboða (1991).
Til tað seinasta fekst hann saman við
Jóhannesi av Skarði við at týða stórverkið
Herstríð ogfrið eftir Leo Tolstoi. Ikki er at
gloyma alsk hansara til fagrar listir. A
ungum árum í Keypmannahavn var hann
ein av undangongumonnunum at fáa stovn-
að Føroya listafelag, sum varð flutt heim til
lands við stríðslok og nú styðjar upp undir
hin glæsiliga Listaskála Føroya.
Men av øllum avrekum hansara metir
undirritaði eina hægst tey megnartøk hann
hevur tikið fyri mál okkara, fyrst og fremst
til tess at búgva tað út sum vísindamál og
yrkismál. Tey, sum lisið hava greinir Han-
usar um móðurmálið, eitt nú í Búgvanum, tí
valablað, sum føroyingar góvu út í Dan-
mørk stríðsárini, varnast alsk hansara til
málið og hug og vilja hansara til at ráða tí
bót, har sum á vantaði. I Búgvanum nr. 2,
16. januar 1942, er stutt grein eftir hann
nevnd Yrkismál okkara. Av tí, at hon er
greitt dømi um tað, eg nevni her, og eisini
vísir frameftir, loyvi eg mær at endurgeva
hana her í heild (stavsetingin dagførd):
Vit hava frætt, at landsmenn okkara heima
hava givið máli okkara tann sess, ið tað eig-
ur. Ikki er tað javnbjóðis við fremmand mál,
men einasta almenna mál á Føroyalandi.
Hetta var so seinasti bresturin, síðan føroy-
ingar í 1888 tóku seg saman um, at Føroya-
mál skuldi taka við aftur øllum rættindum
sínum í Føroyum. Hetta eru stórtíðindi. Tað
er ikki bert tann kenslan, ið nertur við hvønn
føroying, nú hann veit, at hansara mál er lýst
javnbjóðis øðmm mentaðum málum. Tað er
ikki bert tað, at vit koma ongantíð aftur at
síggja avbygdarmannin standa og kýta seg á
tingi til láturs fyri fremmandum embætis-
monnum og dølskum landsmonnum - men
tað er rangan av hesum stórtíðindum, vit vilja
nerta við - tað er tann ábyrgdin, ið henda ein-
mælta viðtøkan leggur á okkum ungu.
Sett í verk ger henda lóg so mikið, at hon
lítur okkum upp í hendur í øllum fømm at
bera fram hugsan okkara á egnum máli. Hvør
einstakur maður ella kvinna noyðist tí, t
hvussu so er, har tey koma at nerta við al-