Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Qupperneq 128
Nr. 71.
22. juni.
KUNNGERÐ
um
útvarpsgjald.
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarpsgjaldið
fyri 1987 fyrisett:
I Hann, ið nýtir radiomóttakara, skal gjalda árligt gjald kr. 700,00. Menn, ið selja ella
umvæla radiotól og nýta radiomóttakara í virki sínum, svara gjald av einum móttakara í
virki sínum. Somuleiðis verða goldnar kr. 700,00 kr. árliga fyri:
a) Móttakarar, ið eru í húsinum hjá loyvishavaranum, og sum verða nýttir av arbeiðs-
gentum, lærlingum, gistandi og øðrum (millum annað av børnum, ið hava fylt 18 ár,
sum sjálv eiga ella nýta radiomóttakara),
b) móttakarar í bilum og umborð á skipum og bátum,
c) móttakarar uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, aldursheimum og tílíkum,
d) móttakarar uppsettir í krambúðum, skrivstovum, hotellum, verkstøðum og tílíkum.
II Fyri lurtaratól, uppsett undan 1. juli 1987 skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi 1.
august 1987. Um goldið verður aftan á 1. august 1987 verður at gjalda eykagjald kr. 50,-.
Fyri móttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. desember 1987, verður at gjalda
kr. 350,00.
III Verður radiomóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum, skal boðast útvarpinum frá
skrivliga beinan vegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri at sleppa undan at gjalda fyri
næsta hálvár. Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað hálvár, hann letur radio-
móttakaran í. Um radiomóttakari gerst ónýtiligur, eigur at boðast útvarpinum frá skriv-
liga beinanvegin og í seinasta lagi 10 đagar eftir fyri at sleppa undan at gjalda fyri næsta
hálvár.
Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvarandi lógini um útvarp undir sekt, eins og
gjaldið verður pantað.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 22. juni 1987.
Atli P. Dam
løgmaður
/J. P. Ellendersen.
144