Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Page 151
Nr. 91.
21. oktober.
KUNNGERÐ
um
reglugerð fyri Happadráttargrunnin.
§ 1. Happadráttargrunnurin hevur til endamáls at býta út teir 2/} av avlopinum frá
føroyska happadráttinum, sum eftir § 1, litra f í happadráttarlógini verða lagdar í grunnin.
2. stk. Agóðin verður veittur sum studningur til ávís tiltøk til frama fyri brekað.
3. stk. Hóast høvuðsendamálið eftir 2. stk. kann stýrið, um allir limirnir eru samdir og tá
serligur tørvur er, ella í serligum føri lata studning til annað enn ávís tiltøk, eitt nú til rakstur
styttri áramál. I serstakum føri kann stuðulin verða latin sum lán.
§ 2. Eitt trýmannastýri, sum landsstýrið tilnevnir, hevur um hendi leiðslu grunsins. Av
stýrinum verða 2 limir tilnevndir eftir tilmæli frá Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum.
§ 3. Happadrátturin letur hvørt ár grunninum 2/} av ágóðanum fyri árið frammanundan,
saman við roknskapinum fyri árið. Tá ið ágóðin er latin grunninum, ger stýrið av, hvussu
býtt verður. Stýrið er ikki bundið av, at umsókn er send. Stýrið kann gjalda neyðugar
útreiðslur til fyrisiting v.m. Stýrið kann seta av til tiltaksgrunn, Stýrið kann krevja, at mót-
takari av studningi (láni) seinni letur inn roknskap yvir, hvussu studningurin (lánið) er
nýttur.
2. stk. Stýrið kann geva bindandi lyfti um studning av inntøkum fyri komandi ár.
§ 4. Roknskaparárið fyri grunnin er álmanakkaárið.
2. stk. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum stýrið
tilnevnir.
3. stk. Roknskapurin verður saman við viðmerkingum frá grannskoðaranum sendur lands-
stýrinum til góðkenningar.
§ 5. Broytingar í hesi reglugerð kunnu bert gerast av landsstýrinum, eftir at ummæli er
fingið frá stýrinum.
FØROYA LANDSSTÝRI, 21. oktober 1987.
Vilhelm Johannesen
landsstýrismaður
/ J. Hilduberg.
167