Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1987, Page 155
II Virki bankans
§ 14. Bankin er bankasamband landskassans.
2. stk. Aðrir almennir myndugleikar og stovnar kunnu nýta bankan sum bankasamband.
3. stk. Bankin kann átaka sær allar vanligar bankatænastur fyri tað almenna og sjálvstøð-
ugar stovnar av almennum sniði.
4. stk. Bankin kann átaka sær at vera umboð fyri Danmarks Nationalbank.
§ 15. Bankin kann taka ímóti innlánum frá:
a) landskassanum, kommunum, almennum grunnum, almennum stovnum, føroyskum
peningastovnum og øðrum føroyskum fíggjarstovnum.
b) statsstovnum, Danmarks Nationalbank og fíggjarstovnum annars uttan fyri Føroyar.
c) persónum og privatum fyritøkum, tá ið innlánið er partur av viðskifti millum almennan
stovn og persónin ella fyritøkuna.
§ 16. Bankin kann seta inn pening í peningastovnar í Føroyum, Danmarks Nationalbank
og peningastovnar annars uttan fyri Føroyar umframt at keypa virðisbrøv í Føroyum og
uttan fyri Føroyar.
§ 17. Bankin kann taka lán í Føroyum og uttan fyri Føroyar.
2. stk. Lán grundað á virðisbrøv ella skuldarbrøv eiga at verða treytað soleiðis, at bankin
hevur rætt til heilt ella partvíst at rinda lánið aftur í úrtíð.
§ 18. Bankin kann veita lán til landskassan, aðrar almennar myndugleikar og stovnar
umframt til privatar fíggjarstovnar í Føroyum.
2. stk. Lán til landskassan, aðrar almennar myndugleikar og stovnar verða veitt uttan aðra
trygd enn skuldarbræv.
3. stk. Lán, sum sambært § 11 í landsbankalógini í undantaksførum verða veitt vinnu-
fyritøkum, hava sum fortreyt, at lánveitingin hevur samfelagsligan týdning, og at haldgóð
trygd er fyri henni í veðhaldi og/ella ábyrgd.
4. stk. Bankin kann veðhalda fyri kommunur, almennar stovnar og teir lántakarar, ið fáa
lán sambært § 11 í landsbankalógini.
§ 19. Bankin kann í teimum førum, hann fær heimild til tess sambært lóggávu í hvørjum
einstøkum føri, fyrisita útlán frá tí almenna og sjálvstøðugum stovnum av almennum sniði.
§ 20. Bankin ráðgevur almennum myndugleikum og stovnum í sambandi við lántøku.
2. stk. Almennir myndugleikar og stovnar skulu boða bankanum frá ætlanum um lántøku.
3. stk. Bankin samskipar lántøku hjá almennum myndugleikum og stovnum.
§ 21. Bankin kann áleggja fíggjarstovnum, tryggingarfeløgum og øðrum at geva frá sær
upplýsingar, sum bankin metir vera neyðugar fyri sítt virki og fyri sína meting um búskapar-
ligu gongdina í Føroyum, jbr. § 14 í landsbankalógini.
III Roknskapur, grannskoðan og ársfrágreiðing
§ 22. Roknskaparár bankans er álmanakkaárið.
2. stk. Áðrenn 1. februar letur stjórin frá sær roknskap og frágreiðing um virki bankans í
undanfarna ári til grannskoðaran, umsjónarráðið hevur valt.
3. stk. I seinasta lagi 1. apríl skal grannskoðaði roknskapurin fyri undanfarna ár leggjast
fyri umsjónarráðið við tilmæli frá nevndini og stjórnini um býtið av rakstraryvirskotinum.
171