Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 2
8
Blak
Islendska nevnið á blaki er á(f)ir, f.pk, sum fyri 1900
at kalla altíð varð skrivað við ongnm »f«. Sum Jakob
Benediktsson sigur mær frá, vísir tilfarið hjá hini stóru
íslendsku orðabókini, at elsta dømið hevur RunÓlfur
Jónsson í mállæru síni (1651): »Aaer lac qvod segrato
Butyro relictum est.« Næstu dømini úr bókum eru frá
tíðini eftir miðjuna av 18. øld, og tá kemur orðið ofta fyri.
Bjorn HaldÓrsson týðir t. d. áir soleiðis: »lac butyro
emunctum, ebutyratum.« Um upprunan at hesum orði er
ilt at siga nakað við skili. Her er nóg mikið at vísa á
Alexander JÓhannesson (IEW, 21). Um ætlandi samband
við eitt orð í Egils søgu (útg. Finns Jónssonar, 1924, 123;
útg. Sigurðar Nordals, 1933, 107), sum skrivað er afr
(í flestum handritum tó skrivað afra: »bar inn a.«), fari
eg at vísa á útgávurnar, og á CleasbyíVigfusson (sí har
á/r); sbr. eisini Holthausen og Jan de Vries (sí har a/r).
At orðið í Egils søgu merkir onkun mjólkardrykk, man
neyvan vera ivi um. — Burtur úr hini løgnu Króka*Refs
søgu (Pálmi Pálsson gav út, 1883, bls. 35) hevur Fritzner
funnið, at saup, n., er gamalt íslendskt navn á blaki. Men
hetta er neyvan beint — »mer finnst líklegra að Jiað merki
mysu eða sýru«, heldur Jakob Benediktsson. — Heldur
ikki man tað vera beint, at fel, n., sum nevnt er í summum
orðabókum, hevur merkingina »blak«. Sí t. d. Blondal,
sum ikki kennir slíka merking. — Eftir øllum tí, sum vit
vita, er líkt til, at íslendskt hevur ikki havt annað orð fyri
blak enn á(f)ir. So statt hava frá fornari tíð tey trý systkí
inamálini, norskt, íslendskt og føroyskt hvørt sítt navnið
á mjólkini, sum eftir er, tá ið kirnað verður.
A donskum eitur blak kærnemælk (eisini skrivað: kerne=
mælk), og eingin veit frá øðrum navni at siga har. Orðið
er ikki til skjals fyrr enn aftan á 1500. — Nakað um sama
aldur er tað elsta dømi, vit hava um tað svenska orðið
kárnmjólk, høvuðsorðið bæði í ríkismáli og í dialektum.
Fyrri partur av hesum orðinum verður ójavnt framborin,
sum dialektirnar eru til. Bert í einum lítlum geira (óvre