Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 87

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 87
Um goshálsar í Føroyum 93 tað kanska meira líkt til, at hetta er sunnasti parturin av goskluftini millum Trongisvág og Hvalba, sum er kódns aður áðrenn miðparturin og tí taktur av fláum úr niðaru basaltfláunum, ella tað er gosmyrja, sum við eitt eldri gos er blakað upp suðureftir. Heldur ongantíð hava vit rakt við goshálsar í ovaru basaltfláunum. Vit fara tí at halda, at goshálsarnir hava verið tilførðslur til miðfláirnar. Sambandið millum goskluftir, goshálsar og firðir. Goskluftirnar hava vit fyrr hildið vera tilførðslur til nið= aru basaltfláirnar. í ritgerðum (Rasmussen 1952, 1957) varð hildið, at gosmyrjan millum Trongisvág og Hvalba og gos* myrjan í Tindhólmi og Vágum liggur oman á og fram við stórum goskluftum, ið gingið hava í útnyrðing—lands* ynning, og at hesar kluftir hava verið tilførðslur til niðaru basaltfláirnar. Tær ganga í báðum førum í somu ættir sum firðirnir (sundini), og tí kundi verið hugsandi, at goskluftir hava verið í teimum norðaru fjørðunum við. Beinleiðis eyg« leiðingar ber ikki til at gera hesum viðvíkjandi aðrar staðir enn í Suðuroy, Tindhólmi og Vágum, tí markið millum niðaru basaltfláirnar og miðfláirnar er ikki oman fyri sjóvar* málan aðrar staðir í landinum. Men líta vit at kortinum á 1. mynd, leggja vit til merkis, at teir sæddu gosháls* arnir allir eru sæddir fram við strondini innansyndis. Sjálv= andi eru líkindini at síggja sera góð fram við strondini, men tey skuldu verið góð mangar aðrar staðir við, t. d. har hellan er ber í áarbotnum, gilum, gjáum og homrum, men kortini hava vit ongan gosháls verið varar við uttan fram við strondini innansyndis. Hetta kundi verið av tilvild, men kortini fara vit at halda, at her er talan um eitt nærri samband millum gos« kluftir og goshálsar, soleiðis at goshálsarnir liggja fram* eftir og hava sprongt seg upp ígjøgnum tær gomlu gos* kluftirnar eftir tað, at tær vóru kódnaðar og ífyltar.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.