Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 78
84
Um goshálsar í Føroyum
Teir goshálsar, vit hava rakt við, eru allir avmerktir á
kortinum (1. mynd), og skulu vit siga eitt sindur frá
hvørjum einstakum. Kortini skal verða viðmerkt, at her
verður bara sagt frá væl avmarkaðum goshálsum; manga*
staðni fram við strondini hava vit sæð gosmyrju undir
sovorðnum umstøðum, at tað væl kann vera leivdir av
goshálsum, har Iítið nú er eftir, t. d. Norðuri undir Síðu,
vestantil á Koltri, í berginum norðan fyri bygdina í Koltri
o. fl. st.
Koltur. í landnyrðingshorninum á Koltursnakki sæst í
bakkanum millum bæði tey norðastu gilini skurður gjøgnum
ein gosháls (2. og 3. mynd). Eftir ætli er skurðurin fram
við strondini út ímóti 50 metrum. í gilunum báðu megin
við er gong (blágrýti), men hesar gongir tykjast einki sam<
band at hava við goshálsin sjálvan; tær síggjast báðar aftur
vestan fyri oynna millum Krúnuna og Fleygabergstanga.
Goshálsurin er væl avmarkaður til liðirnar. Samankomingí
arnar millum gosmyrjuna í hálsinum og grótfláirnar uttan
um ganga so at siga upp og niður. Lægd er niður í gos=
myrjuna og oman á henni er innskot; sum tað sær út,
skjóta gongirnar báðar seg inn yvir hálsin.
Beint norðan fyri Gróthústanga sæst gosmyrja í bakkan>=
um; eisini sæst hon norðureftir uppi í berginum. Kanska
eru hetta leivdir av goshálsi, sum longdarvegin hevur gingið
í útnyrðing—landsynning.
Vágarnar. Beint sunnan fyri Marragjógv út ímóti Vest=
mannasundi sæst ein goshálsur niðri við strondina (4. mynd).
Hann sker seg upp gjøgnum tær regluligu basaltfláirnar og
er, umleið 20 m o. sj., taktur av teimum. Ikki ber til at siga
um skurðurin fram við strondini er tvørvegin ellla Iongdar=
vegin, tí skurðurin er bert ein, so skapið ummáls fæst ikki.
Niðri við sjóvarmálan er hálsurin umleið 50 m langur, og
hann smalkar uppeftir, skilliga avmarkaður til liðirnar av
basaltfláunum uttanum. Millum ífylluna í goshálsinum og
fláirnar uttan um er innskot. Hitaárinið er skilligt, bæði
út móti teimum regluligu basaltfláunum og inn móti myrjuni