Fróðskaparrit - 01.01.1962, Síða 78

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Síða 78
84 Um goshálsar í Føroyum Teir goshálsar, vit hava rakt við, eru allir avmerktir á kortinum (1. mynd), og skulu vit siga eitt sindur frá hvørjum einstakum. Kortini skal verða viðmerkt, at her verður bara sagt frá væl avmarkaðum goshálsum; manga* staðni fram við strondini hava vit sæð gosmyrju undir sovorðnum umstøðum, at tað væl kann vera leivdir av goshálsum, har Iítið nú er eftir, t. d. Norðuri undir Síðu, vestantil á Koltri, í berginum norðan fyri bygdina í Koltri o. fl. st. Koltur. í landnyrðingshorninum á Koltursnakki sæst í bakkanum millum bæði tey norðastu gilini skurður gjøgnum ein gosháls (2. og 3. mynd). Eftir ætli er skurðurin fram við strondini út ímóti 50 metrum. í gilunum báðu megin við er gong (blágrýti), men hesar gongir tykjast einki sam< band at hava við goshálsin sjálvan; tær síggjast báðar aftur vestan fyri oynna millum Krúnuna og Fleygabergstanga. Goshálsurin er væl avmarkaður til liðirnar. Samankomingí arnar millum gosmyrjuna í hálsinum og grótfláirnar uttan um ganga so at siga upp og niður. Lægd er niður í gos= myrjuna og oman á henni er innskot; sum tað sær út, skjóta gongirnar báðar seg inn yvir hálsin. Beint norðan fyri Gróthústanga sæst gosmyrja í bakkan>= um; eisini sæst hon norðureftir uppi í berginum. Kanska eru hetta leivdir av goshálsi, sum longdarvegin hevur gingið í útnyrðing—landsynning. Vágarnar. Beint sunnan fyri Marragjógv út ímóti Vest= mannasundi sæst ein goshálsur niðri við strondina (4. mynd). Hann sker seg upp gjøgnum tær regluligu basaltfláirnar og er, umleið 20 m o. sj., taktur av teimum. Ikki ber til at siga um skurðurin fram við strondini er tvørvegin ellla Iongdar= vegin, tí skurðurin er bert ein, so skapið ummáls fæst ikki. Niðri við sjóvarmálan er hálsurin umleið 50 m langur, og hann smalkar uppeftir, skilliga avmarkaður til liðirnar av basaltfláunum uttanum. Millum ífylluna í goshálsinum og fláirnar uttan um er innskot. Hitaárinið er skilligt, bæði út móti teimum regluligu basaltfláunum og inn móti myrjuni
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.