Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 22
28
Finna, peð og bekkur
Flestøll orð, sum høvd eru í talvi ella øðrum leikum á
talvborði, eru av fyrstu tíð komin úr øðrum málum. Vit
skulu ikki her rekja slóðina hjá teimum suður at Miðab
havi ella eystur í Ásiu. Tey eru øll komin inn í føroyskt
(sum í íslendskt) úr germonskum málum, ella beinari: at
kalla øll. í formi fylgjast her føroyskt og íslendskt. Skák
(uppr. persiskt: kongur) eitur so á báðum málum og er
helst komið úr miðallágtýskum, sum hevði langt sjálvljóð
(á) í orðinum. Skák og mát (sbr. hátýskt: schachmatt,
enskt: checkmate, úr arábiskum setningi, sum merkir: kongur
er deyður) eitur tað sama á báðum málum, og er tað helst
komið úr miðallágtýskum: schách unde mat, har »unde«
(og) er komið inn úr romonskum máli (sí KIuge/Gotze:
schachmatt). (Før. skák, n., »diagonal of chesssboard« er
annað orð). Skáka, v., er til í báðum málum (sbr. miðah
lágtýskt: scháken). — Mát — so før. og ísl. (í miðøld og
nú) — er av fyrstu tíð arábiskt (máf »deyður«), men er
sjálvsagt komið inn í norrønt úr einumhvørjum germonskum
máli. 011 germonsk mál uttan føroyskt og íslendskt hava
tó at vísa seg stutt sjálvljóð í hesum orði (t. d. miðalhátý.
og miðallágtý. mat).
Utlendsk av fyrstu tíð eru, sum vera man, nøvn á talv»
fólkinum*). Rókur, ísl. í miðøld og nú (við ovuríslendskum
*) Nú á døgum eita talvfólkini á ymiskum germonskum málum, sum
her verður sagt frá. Málini standa í hesari røð aftan á føroyska orðið:
1. íslendskt, 2. nýnorskt, 3. svenskt, 4. danskt, 5. týskt, 6. hálendskt,
7. nýfrísiskt og 8. enskt. Upplýsingar um hálendskt og nýfrísiskt havi
eg fingið frá W. J. Buma professara, Fries Institut der Rijksuniversiteit
te Groningen. Soleiðis eitur kongur: 1. konungur. 2. konge. 3. kung.
4. konge. 5. Kónig. 6. koning. 7. kening. 8. king. Frúgv: 1. drottning.
2. dronning. 3. drottning. 4. dronning. 5. Konigin, Dame. 6. koningin,
dame. 7. kenninginne, dame. 8. queen. Rókur: 1. hrókur. 2. tárn. 3. torn.
4. tárn. 5. Turm, Roch. 6. toren, kasteel. 7. toer. 8. castle, rook. Biskoppur:
1. biskup. 2. laupar (bisp). 3. lópare. 4. løber. 5. Láufer. 6. loper, raads-
heer. 7. riedshear. 8. bishop. Riddari: 1. riddari. 2. hest. 3. hást. 4. sprins
ger. 5. Springer. 6. paard. 7. hynder. 8. knight. Finna: 1. peð. 2. bonde.
3. bonde. 4. bonde. 5. Bauer. 6. pion, boer. 7. boer, boerke, soldaetsje,
8. pawn.