Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 64

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 64
70 Ov høgt blóðtrýst ið ikki hevði slíkt áhaldsi. Men verður litið aftur á gongdina hesi seinastu 50 árini, liggur nær við at spyrja, um mannaættin hevði ikki verið frægari farin, hevði blóð= trýsttólið annaðhvørt ikki verið uppfunnið, ella ið hvussu er ikki var sloppið niður í hvørja læknatasku. Blóðtrýstí mátingar eru, sum er, so týðandi táttur í kanning av sjúkb ingum, at eingin kanning er hildin fullfíggjað, um blóð* trýstið er ikki mátað. Eg tori at taka enn rammligari til orða: mangir hava ta áskoðan, at tá ið blóðtrýstið bert er mátað, eru næstan allar aðrar kanningar óneyðugar. Megins orsøkin er ivaleyst hon, at kanningin er lættfør, pínir ikki, og ger sjúklingin nøgdan. Hóast hetta tykist nógv avgjørt, er tað tíverri satt. Stórur partur av sjúklingum koma til lækna fyri at fáa blóðtrýstið mátað, og kemur lækni í øðrum sjúkaørindum, er ikki óvanligt, at ein ella fleiri í húsinum ella í grannalagnum ella aðrastaðni í bygdini koma til at fáa blóðtrýstið mátað. Sjúklingar, ið eru lagdir inn á sjúkrahús, sleppa ikki frá at fáa blóðtrýstið kannað fleiri ferðir. Við øðrum orðum eru tað læknarnir, ið hava givið sjúklingum ta fatan, at blóðtrýstmáting hoyrir upp í tað mest umráðandi í kanningini. Hetta er vandasamt, tá ið vit vita, at blóðtrýstið verður ávirkað sálarliga, tí at lækn* arnir lata vanliga ikki vera nóg mikið at máta blóðtrýstið, men siga eisini sjúklingunum, hvussu høgt samantøkublóð* trýstið er. Hetta gevur tilevni til óneyðugar gremjingar og sálarligt trýst, tí at sjúklingarnir vita væl, hvussu hættisligt tað er at hava høgt blóðtrýst: teir kunnu bráðdoyggja, dáttliga fáa heilabløðing o. s. fr. Tí eiga vit læknar at nýta blóðtrýststólið við hógvi, tí at stórar rannsóknir um allan heim hava sýnt, at viðgerðartørvandi blóðtrýstshækkan er sera sjáldsamur sjúkdómur, og vit eiga at læra sjúklingar okkara at skilja, hvussu týdningarleys ein hissini blóðtrýstí máting er.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.