Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 45
Ov høgt blóðtrýst
51
vóru í stríðsárunum. Viðmerkjast skal, at meginparturin
vóru ógift, barnleys, konufólk. Hesar kanningar benda á,
at blóðtrýstið, bæði samantøkuí og útgevingarblóðtrýstið,
hækkar nakað við árunum, nakað fyrr hjá mannfólki enn
hjá konufólki, og at markið fyri rættvorðnum blóðtrýsti
helst eigur at verða sett hægri, enn áður hevur verið gjørt.
Gamla reglan, at samantøkublóðtrýstið er 100 mm Hg -f"
aldurin, er so toluliga á leið, men tað má verða tikið upp<
aftur, at samantøkublóðtrýstið sjálvari sjúkugongdini viðs
víkjandi mest sum einki hevur at týða aftur ímóti útgev=
ingarblóðtrýstinum ella miðalblóðtrýstinum. Fer miðalblóð*
trýstið upp um 140 mm Hg, verður sjúklingurin taldur
upp í bólkin: hypertensio arterialis essentialis. Henda regla
geldur kortini ikki í øllum førum, og royndir okkara eru
fyribils tær, at einstakir sjúklingar við ovtrýsti, ið ikki
tørvar viðgerð, alt í einum vísa seg at versna, so at teir
eftir stuttari tíð mugu verða fluttir í bólkin, ið tørvar við®
gerð. Eg skal seinri geva heilt stuttar viðmerkingar til
hetta.
Atvoldir til ov høgt blóðtrýst.
Eg havi fyrr tikið fram, at sjúkan hypertensio arterialis
essentialis er sjaldsom, Tá ið so lækni í starvi sínum úti
ella á sjúkrahúsi fær sjúkling við høgum blóðtrýsti til við*
gerðar, eigur hann at kanna hann gjølla, og sjúklingurin
eigur vanliga at verða lagdur inn á heiliráðdeild.
Mangar eru atvoldirnar at hypertensio arterialis, og ov»
trýstið er ofta bert eitt sjúkueyðkenni hjá øðrum heiliráð*
sjúkum. Vit noyðast tí í sjúkusundurgreiningini at hugsa
um so mangt, áðrenn vit kunnu siga við vissu, at vit hava
fyri okkum tilburð av hypertensio arterialis essentialis, sum
krevur viðgerð. Eg skal í stuttum seta fram tær sjúkuav*
gerðir, ið hugsandi kundu verið.