Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 83
Um goshálsar í Føroyum
89
Fot. J. R.
6. mynd. Goshálsur vestantil á Kallsoynni.
(Volcanic neck Kallsoy).
gosmyrjan niðri við sjóvarmálan umleið 40 m, og røkkur
hon einar 10 m upp frá sjónum. Báðu megin við eru reglu*
ligar basaltfláir, men beint oman á hálsinum sæst einki,
har er svørður. Vit hava ikki verið á landi, har gosháls*
urin er, bert sæð hann frá sjónum.
Borðoy. í bakkanum beint undir Ørmannsdali millum
Skálatoftir og Múlan — á Svartakletti — er ein goshálsur.
Hetta man, sum nevnt, vera hin sami sum Walker &
Davidson (1936) siga frá norður—vestantil á Kunoynni.
Fram við strondini er goshálsurin á Svartakletti umleið
40—50 m (tilætlað). Samankomingarnar millum gosmyrjuna
og tær regluligu basaltfláirnar til liðirnir eru hallar útá, og
djúp lægd er niður í gosmyrjuna, sum seinri er fylt við
grótbræðing aðrar staðir frá. ífyllingargrótslagið stavar niður
í lægdina eins og í Froðba og er ógvuliga døkt ella svart
á liti. Uppeftir er grótslagið nógv ljósari, og oman á, ovast
í bakkanum, eru tveir regluligir basalthamrar. Beint norðan
fyri goshálsin er ein gong.
Viðoy. 1) Sunnan fyri bygdina: Stutt sunnan fyri bygd*
ina á Viðareiði er ein goshálsur (7. mynd). Tað hevur ikki
eydnast okkum at koma á land har á staðnum og kanna
hann gjøllari, men frá sjónum sæst, at gosmyrja sker seg
upp gjøgnum tær regluligu basaltfláirnar í bakkanum.
Markið millum gosmyrjuna og tær regluligu basaltfláirnar,
hon sker seg upp ígjøgnum, er so at siga beint upp og