Fróðskaparrit - 01.01.1962, Qupperneq 47
Ov høgt blóðtrýst
53
VI. 1. Stenosis isthmi aortae (bert ovtrýst í upplimunum).
VII. Hypertensio arterialis essentialis:
1. Hypertensio arterialis essentialis, sum krevur við*
gerð.
2. Hypertensio arterialis essentialis, sum ikki krevur
viðgerð.
Sum sæst á yvirlitinum her omanfyri, er ikki so einfalt,
sum hugsast kundi, at skipa sjúkling við ovtrýsti í rættan
bólk. Fyrst og fremst krevst ein vandalig sjúkdómssøga
lýst út í æsir og ein vandalig læknakanning saman við
nervalagskanning og eygnakanning við eygnaspegling (kann«
ing av eygnabotninum) og avgerð av sjónøkinum. Har^
umframt eigur røntgenmynd at verða tikin av hjarta, skølti,
nýrna* og landræsum, og avgjørd eigur at verða 17*ketOí
steroidúrskiljingin og noradrenalinúrskiljingin í landinum.
Vandnar Iandkanningar eiga at verða gjørdar, og eisini av*
gerð av evnistyngd og sjóneykukanning av landinum, og
er orsøk til illgruna um nýrnabrek øðrumegin, eigur land
at verða tikið úr hvørjum nýra sær við bløðruspegili og
landræsispípu. Vitað má verða eftir, hvussu nýrnavirkið
er (máting av blóðlandevni, sveitavatnskreatinini, clearence
og samdráttarføri nýrnanna).
Er illgruni um phaeochromocytom, verða serstakar kanm
ingar gjørdar: histaminroynd ella regitinroynd. Er illgruni
um skjaldkertilsbrek eigur evnisbroytingaravgerð at verða
gjørd og avgerð av eggjahvítabundnum jodi og serumcholeí
steroli. í vissum førum eigur uppsogan av geislavirknum
jodi at verða kannað.
Eftir sjúkdómssøguni saman við læknakanningini ber
ofta til at avgera sjúkuna ella at fáa ivaleysan illgruna um,
hvar í yrkisgøgnunum orsøkin til ovtrýstið er at finna.
Eru t. d. viðfødd ella fingin hjartabrek fyri, er ofta gjørligt
eftir sjúkdómssøguni og við hjartalurting at avgera sjúkuna.
Hetta geldur eitt nú viðfødda stenosis isthmi aortae (treing«