Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 53
Ov høgt blóðtrýst
59
Blóðtrýsthæddin einsamøll er ikki hóskandi til gløgga
avmarkan av, hvussu álvarsom sjúkan er, hvørki viðvíkj«
andi avgerð av sjúkuvánunum ella viðgerð, hóast væl
kann sigast, at útgevingarblóðtrýst, ið er meiri enn 120
mm Hg og miðalblóðtrýst meiri enn 140 mm Hg hoyrir
til hin ringa bólkin, ið tørvar viðgerð, meðan hini vanliga
ikki krevja hana. Blóðtrýstið eigur at verða mett saman
við broytingunum í hjartariti, røntgenmyndum og eygna*
botni. Sjálvkendu eyðkennini eru ikki at líta á, men eru
tey álvarsom, kann viðgerð móti ovtrýsti vera kravd, har
annars einki hevði verið gjørt.
Beckgaard og Hammerstrøm12 hava býtt sjúklingarnar
við ovtrýsti sundur í fýra bólkar. Undirstøðan undir sundur*
býtingini eru bæði funnar broytingar og sjálvkend sjúku*
eyðkenni.
1. bólkur: Sjúklingar við ovtrýsti við ongum sjálvkendum
eyðkennum og ongum yrkisgagnabroytingum.
2. bólkur: Sjúklingar við ovtrýsti, smámunaligum sjálv«
kendum trega, fundus I, annaðhvørt við yrkisgagnabroyt=
ingum ella ikki.
J. bólkur: Sjúklingar við ovtrýsti og yrkisgagnabroyt«
ingum (eggjahvíta í landinum, broytingum í electrocardio*
grammi, breiðkaðum hjarta« og æðrabuli, miklum broyt«
ingum í eygnabotninum og kanska heilabroytingum).
4. bólkur: Sjúklingar við so miklum eygnabotnsbroyt«
ingum, ið Iýstar eru undir fundus hypertonicus IV.
Eyðvitað kunnu sjúklingarnir verða býttir sundur eftir
øðrum sjónarmiðum, og tað hevur eisini verið gjørt, men
víst skal vera á, at tað er ógvuliga umráðandi, at fara eftir
slíkum funnum eyðkennum, ið løtt eru at kenna aftur, so
at sjúklingarnir við rímiligari vissu kunnu verða skipaðir
í rættan bólk. Tað er mikið umráðandi fyrst fyri at kunna
meta um, hvussu evnini móti ovtrýsti virka, og ikki minni
hvussu Ieingi tey virka, og síðan fyri at geva sjúklinginum
tað viðgerð, ið sjúkutilburði hansara best hóvar, so at fram«
tíðarvánirnar verða sum bestar. Ikki kann nóg mikið verða