Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 6
12
Blak
orðið, sum bert er til í staðanøvnum, er fornføroyskt *ærgi,
n., »neythagi, neytamannahús«. Tað varð nýtt í forntíðini
í øllum føroyskum sýslum. Hetta orðið (eldri írskt airge)
bóru víkingar við saer so langt norður sum til Føroya, men
ikki til íslands og heldur ikki eystur til Noregs (tað er til
í nøvnum í Vesturonglandi, Hjaltlandi og Orknoyggjum).
Blak er eitt av teim »neytaorðunum«, sum higar komu í
víkingatíðini.
ÍSKOYTI
Kjarni og kjarnamjolk.
At kalla í hvørjari etýmologiskari orðabók finna vit eitt
fornnorrønt orð kjarni, m., »kirna«. Tó er hetta ikki annað
enn trøll ella hamur, men av tí at tað hevur vilt so mangan
mann, er beinast at royna at reka tað burtur. Maðurin, sum
hevur hamað hetta trøllið upp á okkum, er eingin aftari
enn Johan Fritzner, sum í stórverki sínum »Ordbog over
Det gamle norske Sprog« (1883 — 1896) sigur okkum, at
kirna á norrønum æt kjarni, og at blak æt kjarnamjolk
(sbr. CleasbyíVigfusson, 775). Nú et fyrst at siga tað, at
kjarni í hesi merking er orð, sum Fritzner hevur drigið
burtur úr tí samansetta orðinum (»kjarnamjolk«), harafturat
er at siga, at blak hevur ongantíð itið »kjarnamjolk«.
Fritzner hevur orðið úr Tómássøgu, týddari søgu (13. øld)
um martýrin Thomas Becket (1118—1170), har so stendur
(útgáva Ungers, 1869, bls. 447): »hann Jiarnadiz alla fedu
utan kendi litid af kiarnamiolk«. Hesin setningurin er ney van
annað enn týðing av hesum orðunum í »De Gestis post
MartyriumK1): ». . . cibumque . . . praeter lac amygdalorum
non sumpserit« (hann leskaði ikki annan mat enn mandlu>=
mjólk). So statt er — tað er dr. A. B. Taylor, sum hevur
’) J. C. Robertson, Materials for the History of Thomas Becket, Rolls
Series, London, 1885, No. 67, vol. IV. p. 409.