Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 9
Fulli títtleikin av teim ymsu
húðsjúkunum hjá eini tjóð.
Ein teljing úr Føroyum.
Eftir Gunnar Lomholt.
Kynsjúkum viðvíkjandi fæst úr vikuskráum og heilsu*
lagslýsingum gott yvirlit yvir fyrikoming teirra hjá fólk*
inum, ja, eins og tað skilst ber til at eygleiða tær viku
eftir viku.
Heilt øðrvísi er at døma um útbreiðsluna av húðsjúk^
unum. Sigast kann: »Hvør menniskja hevur onkra húð*
sjúkuna«. Hetta er eyðvita rætt, tí at hvør man hann vera,
ið ikki hevur okkurt móðurmerki, eitt sindur av flusi, lík=
torn ella seborrhoiskan hármiss. Men tá er spurningurin í
hesum sambandi vorðin heilt høpisleysur.
Vilja vit meta um, hvørji í fólkinum eru fongd við rætti*
ligum húðsjúkum, og hvussu lutfallið er teirra millum,
noyðast vit bert at fara fram eftir ætli. Helst eru tað árs<
frágreiðingar frá sjúkrahúsunum, ið tøkar eru. Men tær
geva onga álítandi mynd, tí at sjúkrahúsini fevna til dømis
ikki yvir týðiliga avmarkað øki og taka ei heldur við frá
hesum øki allar sjúklingar, ið hava húðsjúkur, ið meira
og minni krevja viðgerð.
Men higar til dags hevur hetta verið einasta leiðin til
at meta um fyrikoming sjúkanna, og hvussu tær skiftast
sundur sínámillum. Goodman (1929) hevur kunngjørt tað