Fróðskaparrit - 01.01.1962, Síða 55
Ov høgt blóðtrýst
61
bert vitan okkara hjá okkum sjálvum, gjørdu vit ongum
ógagn, men vit hava alt meiri lyndi til at siga sjúkling*
unum, hvussu høgt blóðtrýst teir hava, og harafturat siga
vit teimum frá samantøkutrýstinum, sum hevur so ómeta*
liga Iítið at týða, samanborið við útgevingartrýstið ella
miðablóðtrýstið, ið ræður øllum við sjúkuavgerð og við*
gerð, og sum ongum mundi dotti í hug at siga sjúkling*
unum frá. Vit mega vera alvarir í ráðagerð okkara, tí at
viðgerð, ið skeivt er byrjað, kann vera til meiri skaða enn
gagn. Eisini skal eg vísa á, at sjúklingar okkara við at lesa
dagbløð og vikubløð og skinvísindarligar greinir um lækna*
frøðilig evni, vísindaligar av navni, vita til fulnar, hvussu
skaðiliga ávirkan høgt blóðtrýst kann hava á yrkisgøgnini,
og hvussu hann, ið hevur ov høgt blóðtrýst dáttliga kann
liggja deyður av heilabløðing ella hjartaslag. Tí taka vit
stóra ábyrgd á okkum, tá ið vit leggja á sjúklingin tað
stóra sálarliga trýst (stress), ið tað eigur at vera at fáa at
vita, at blóðtrýstið er 250 mm Hg ella hægri. Okkum er
kunnugt, at sálartrýst í sjálvum sær hækkar blóðtrýstið;
sjúklingurin kemur inn í »illaring«, og tað kann kanska
eisini geva honum meiri mein likamliga, enn um hann
einki hevði vitað um lítla og kanska meinarleysa blóðtrýstí
hækkan. Her er kanska nóg mikið avgjørt, men tað eigur
at verða gjørt. Og hann skal vera harðmæltur, ið vil fáa
ljóð fyri tí ørgrynni av heiligvágbóklingum og skinvísinda*
ligum ritgerðum, ið hvønn dag floymir inn á skriviborð
okkara, og fær dagbløð og vikubløð á bíðingarstovunum
á tremur og loypir fjáltur á sjúklingarnar. Og vit bøta
ikki um við at máta blóðtrýstið í tíð og úrtíð og siga
sjúklingunum, at teir hava høgt blóðtrýst, hóast vit áttu at
vita, at tað einki gagn ger.
Umráðingar undan viðgerðini.
Nú er at siga frá, hvussu vit í royndum bera okkum
at. Lesarin hugsi sær sjúkling, ið kannaður er eftir ornan*