Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 80
86
Um goshálsar í Føroyum
4. mynd.
Suðurmarkið á
gosháisinum í Vágum.
(Volcanic neck Vágar.
Southern boundary).
Fot. J. R.
í goshálsinum. Líta vit frá sjónum inn á goshálsin, tykist
innskotið at vera tvær gongir, sum ganga upp við hálsinum
hvør sínu megin, men hyggja vit gjøllari at, sæst, at inn*
skotið hevur ligið sum hválv uttan um allan hálsin, og at
tað mangastaðni skjýtur seg inn í ífylluna í honum. Inn*
skotið hevur tí skotið seg upp við og uttan um goshálsin.
Bæði uttan um, og har tað skjýtur seg inn í sjálva gos=
myrjuna og í royðugrýtislindina oman á, er tilfarið í inn«
skotinum smátinnut feldspatbasalt. Tjúkdin á innskotinum
er eitt sindur ymisk — umleið 1,5 m. — ífyllingartilfarið
í hálsinum er gosmyrja, ein vavstur av smærri og størri
gróti og gosøsku, steinar í øllum støddum frá ertnastórum
steinpirrum til '/2—1 m klettar. Vanligasta støddin er 15—
20 cm til tvørmát. Grótslagið er ymiskt feldspatbasalt, ofta
poknut við zeolittum í poknunum, samsvarandi við grót*
slagið í teimum regluligu basaltfláunum uttanum. Blágrýti
sæst stundum. Uteftir verður ífyllingartilfarið meira øsku«
kent, longst út til liðirnar og oman á er tað reydligt, inn«
eftir er tað grátt, og inn móti miðjuni og niðureftir verður
tað samstundis meira lavakent. Oman á hálsinum er sum
nevnt royðugrýtislind, hon er umleið 1 m til tjúkdar, grøn,
brún og næst hálsinum reyð á liti. Oman á royðugrýtisí
lindini er poknut basalt og síðan smátinnut feldspatbasalt.