Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 3
Eitt dømi um saltfisk, ið varð mislittur av kopari
11
bruknar, velda kveiikar og bakteriur, at nøgdin av fríum
aminosýrum broytist við og við.
Dollar og Blackwood (1961) hava í nýrum (ryggjablóði) á
fiski goymdum í ísi funnið proteasur, sum vístu vaksandi
virkni fyrstu tríggjar dagarnar. Frá triðja til níggjunda dag
minkaði virkni, men vaks aftur frá níggjunda til trettanda
dag.
Av lægri evnum við amin-bólki (NH2-) hevur Jones (1962)
í fiski funnið taurin, anserin, /S-alanin, 1-methylhistidin, lysin,
creatin og trimethylaminoxid (TMAO).
Broyting av sukurevni (kolvætu) og adenosin
y-trifosfati (ATP)
Karbohydrasur, kveikar, ið elva sundurloysing av sukur-
evni saman við tøku av vatni (hydrolysu), eru ikki nógv
kannaðir, men flairi kanningar eru gjørdar at vita, hvussu
innihaldið av sukurevni í fiski broytist, aftaná at hann er
deyður. Partmann (1964) hevur í nýdripnum fiski funnið
glucosu og ymsar aðrar fosforyleraðar hexosur. Umframt
hexosur, sum standast av sundurloysing av glycogeni, hevur
hann funnið pentosuna ribosu og fosforyleraðar pentosur, ið
hann heldur stava frá adenosin 5’-trifosfati (ATP).
Tarr (1950), Burt og Jones (1961), og Burt (1965) hava
eisini kannað sukurevni í fiski, sum varð goymdur í ísi. Frukt-
osu 1, 6-difosfat (FDP) hvarv úr fiskinum eftir einum degi.
Innihaldið av glucosu 1-fosfati (GIP) minkaði í fyrstuni men
vaks aftur og kom eins og glucosu 6-fosfat (G6P) og fruktosu
6-fosfat (F6P) í hæddina eftir 5 døgum. Tá ið fiskurin hevði
ligið í 10 dagar, vóru tey trý seinast nevndu hexosufosfatini at
kalla horvin úr honum.
Somu høvundar hava eisini greitt frá komuni av ribosu 1-
fosfati (RIP) og ribosu 5-fosfati (R5P) í fiski. Hesar pentosur
stava frá sundurloysing av nucleotidinum adenosin 5’-trifosfati
(ATP), sum broytist og fyrst verður til adenosin 2-fosfat
(ADP), síðan til adenosin 1-fosfat (AMP) og inosin 1-fosfat
(IMP). Inosin 1-fosfatið missir líðandi sín fosfatlut, verður til