Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 6
14
Eitt dømi um saltfisk, ið varð mislittur av kopari
høvdu veriS fyri munandi sjálvsundurloysing og litbroyting
av hesum ávum. SomuleiSis kundi hugsast, at fiskurin var
óvandaliga viðgjørdur ella so ójavnt saltaður, at fiskur í støð-
um hevði ligið móti fiski og tí í støðum ikki hevði tikið nóg
skjótt við salti. Tað er ein royndur lutur, at slíikur óvandaligur
viðgerðarháttur kann vera atvold í, at saltfiskur verður mis-
littur, verður gulur ella brúnur í støðum. Men sjálvt saltið
kann eisimi hava innihildið fremmand evni, ið hava elvt mis-
liting.
Fiskurin og viðgerðin av honum
Fiskurin var toskur (cadus callarias) veiddur við línu og
snellu undir Vesturgrønlandi, á Fiskenæsbanken, frá 12. apríl
til 30. juni 1967. Um fiskin, sum veiddur varð við línu, er
upplýst, at liítið og einki æti var í honum. 1 snelluveiddum
fiski (veiddur frá 12. juni til 30. juni) var nebbasild (ammo-
dytes). Bestimaðurin hevur upplýst, at fiskurin varð b'lóðg-
aður frá línuni og 9lapp at liggja 2—3 tímar, áðrenn hann
varð kruvdur og flaktur. Snelluveiddi fiskurin varð eisini
blóðgaður, men slapp at liggja meginpartin av einum degi,
áðrenn hann varð kruvdur og flaktur. Flakti fiskurin varð
skolaður í rennandi sjógvi, áðrenn hann varð saltaður. Allur
fiskurin varð umrivin og saltaður við nýggjum salti. Umríving
byrjaði í fyrsta lagi, tá ið fiskuri-n hevði ligið 12 tímar í salti.
Við hesi mannagongd kom seinast umrivni fiskurin at vera
um eitt samdøgurð í salti, áðrenn hann var umrivin.
Viðvíkjandi veðurlagnum og hita á leiðini, har fiskurin er
veiddur skulu flytast fram hesi tøl (Det Danske Meteoro-
logiske Institut 1954—1958).
Miðalhiti í vatnskorpuni (surface temperature) um Godthableiðina
1954—1958 C°
Apríl Mai Juni
-t- 3,2 + 1,4 + 5,3