Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 21
Fólkanøvn í Vága sýslu 1801
29
Kvinnunøvn í Vága sýslu 1801
5 Agatha eru tníggjar í Bíggjar sókn, 31—41 ár. Ein A. í
Miðvági er somuleiðis 31 ár, og har er eisini eitt 10 ára
»opfostriingsbarn«.
2 Agnes eru 75 ára einkja í Miðvági og 16 ára genta í
Mykinesi.
1 Aleth Svaboe er 15 ára dóttir prestaeinkjunnar í Kálva-
líð í Miðvági.
Andrea finst bara í samanseting Maren A.
43 Anna eru í øllum bygdum, og A. er vanliigasta kvinnu-
navn í Vágum 1801. Umframt tær 43, ið hava A. sum
einasta fornavn, eru 15, ið hava A. sum fremra navn av
tveimum, og einasta kvinna, sum ber trý fornøvn, hevur
A. teirra millum.
4 Anna Cathrine eru ein 18 ára arbeiðskona í Bø, tvær 4
ára gentur í Miðvági, og ein 3 ára genta í Mykinesi.
3 Anna Elisabeth eru allar í Miðvági, 59, 47 og 3 ár. Sí
eisini A. Lisbeth.
3 Anna Lisbeth eru tvær í Sandavági, 36 og 17 ár, og ein
4 ára genta í Miðvági. Sí eisini A. Elisabeth.
4 Anna Magreta eru 24 ára løgmanskona á Steig í Sanda-
vági, 15 ára arbeiðskona í Miðvági, og tvær smágentur,
6 og 1 ár, ávikavist í Sandavági og í Miðvági.
1 Anna Sophia er ein 8 ára genta í Miðvági.
1 Annika er 2 ára sýsluimansdóttir í Sandavági.
2 Barbara eru 33 ára bóndakona í Miðvági og ein 20 ára
bóndadóttir í Sandavági.
1 Bella er 81 ára bóndakona í Mykinesi.
1 Birthe, 18 ár, tænir á løgmansgarðinum á Steig í Sanda-
vági.
1 Birthe Cathrine er 37 ára sýslumanskona í Sandavági.
17 Cathrine eru í øllum sóknum. Har aftrat er C. seinna
navn í samansetingum: Anna C., Birthe C., Friderica C.,
Kristine C., Malene C., Maren C., Maria C., Sigga C.,
Susanna C., og fyrra navn í samanseting: C. Marie.