Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 57
Oyðing av rottum og músum í Føroyum
65
Oplysninger om et virksomt Middel til Ødðlæggelse af Rotter
og Mus og om Anvendelse af Midlet«, var eingin orsøk til, at
tingið legði fyri við atgerðum ímóti hesum djórum, við tað
at tað, ið neyðugt var at gera tí viðvíkjandi, átti at »iværk-
sættes af Kommuner, Foreninger eller Enkeltmænd«, sum
møguliga kundu venda sær til tingið við bøn um studning,
uttan at tingið tó frammanundan vildi binda seg til ávísa
støðutakan ti'l sovorðnar umbønir. (Lagt. 1916 bl. 129).
Støðan var nú at kalla hin sama sum í Danmark. Rottu-
oyðingin varð latum einstaklingum (møguliga kommunum)
upp í hendur. I umsóknini frá 1915 var nevnt, at á granna-
stevnu kundu avgerðir verða gjørdar um bardaga ímóti rott-
uni, og úr Ffvalvík og Streymnesi eru eisini til skjals sam-
tyktir um oyðing av rottum. Eftir fyrru samtyktini — frá
4. februar 1916 — skuldi hvørt hús á hesum bygdum gjalda
30 oyru til at útvega rottuekur fyri og til at løna tveimum
monnum, ið skuldu standa fyri útveganini av eitrinum, arbeið-
inum við at leggja eitrið og innheintingini av peninginum.
Meginreglan var tann, at tað var skylda hjá hvørjum húsbónda
at leggja aiturið, men har, sum húsbóndin var burturstaddur,
skuldu teir báðir menninir síggja fyri, at arbeiðið varð gjørt.
Vóru hesi 30 oyru ikki nógmikið, skuldi neyðugur peningur
verða latin av jørðini eftir mankataii. Hin samtyktin — frá
30. mai 1917 — hevði sama innihald. Umframt hesar granna-
stevnusamtyktir tykjast ongar atgerðir at hava verið gjørdar
til bardaga ímóti rottunum, og eingin umsókn sæst at vera
send løgtinginum um stuðul til tílíkan bardaga.
I Danmark varð spurningurin um aftur at fáa rottulóggávu
tikin upp í 1918, smb. cirk. nr. 152 frá 6. septembur sama ár,
men tað var ikki fyrr enn pestin eftir kríggið stakk seg upp í
ymsum havnum í Europu, at nýggjar ásetanir um bardaga
imóti rottunum vórðu fingnar við lóg nr. 245 frá 6. mai
1921. Við tað at lógin einki fyrivarni hevði viðvíkjandi Før-
oyum, kundi hon uttan nakað verða sett í gildi við kunngerð
í »Dimmalætting«, men hetta varð ikki gjørt, og kann tað
vera ein avleiðing av tí vanliga skortandi reglufesti viðvíkj-