Fróðskaparrit - 01.01.1968, Side 57

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Side 57
Oyðing av rottum og músum í Føroyum 65 Oplysninger om et virksomt Middel til Ødðlæggelse af Rotter og Mus og om Anvendelse af Midlet«, var eingin orsøk til, at tingið legði fyri við atgerðum ímóti hesum djórum, við tað at tað, ið neyðugt var at gera tí viðvíkjandi, átti at »iværk- sættes af Kommuner, Foreninger eller Enkeltmænd«, sum møguliga kundu venda sær til tingið við bøn um studning, uttan at tingið tó frammanundan vildi binda seg til ávísa støðutakan ti'l sovorðnar umbønir. (Lagt. 1916 bl. 129). Støðan var nú at kalla hin sama sum í Danmark. Rottu- oyðingin varð latum einstaklingum (møguliga kommunum) upp í hendur. I umsóknini frá 1915 var nevnt, at á granna- stevnu kundu avgerðir verða gjørdar um bardaga ímóti rott- uni, og úr Ffvalvík og Streymnesi eru eisini til skjals sam- tyktir um oyðing av rottum. Eftir fyrru samtyktini — frá 4. februar 1916 — skuldi hvørt hús á hesum bygdum gjalda 30 oyru til at útvega rottuekur fyri og til at løna tveimum monnum, ið skuldu standa fyri útveganini av eitrinum, arbeið- inum við at leggja eitrið og innheintingini av peninginum. Meginreglan var tann, at tað var skylda hjá hvørjum húsbónda at leggja aiturið, men har, sum húsbóndin var burturstaddur, skuldu teir báðir menninir síggja fyri, at arbeiðið varð gjørt. Vóru hesi 30 oyru ikki nógmikið, skuldi neyðugur peningur verða latin av jørðini eftir mankataii. Hin samtyktin — frá 30. mai 1917 — hevði sama innihald. Umframt hesar granna- stevnusamtyktir tykjast ongar atgerðir at hava verið gjørdar til bardaga ímóti rottunum, og eingin umsókn sæst at vera send løgtinginum um stuðul til tílíkan bardaga. I Danmark varð spurningurin um aftur at fáa rottulóggávu tikin upp í 1918, smb. cirk. nr. 152 frá 6. septembur sama ár, men tað var ikki fyrr enn pestin eftir kríggið stakk seg upp í ymsum havnum í Europu, at nýggjar ásetanir um bardaga imóti rottunum vórðu fingnar við lóg nr. 245 frá 6. mai 1921. Við tað at lógin einki fyrivarni hevði viðvíkjandi Før- oyum, kundi hon uttan nakað verða sett í gildi við kunngerð í »Dimmalætting«, men hetta varð ikki gjørt, og kann tað vera ein avleiðing av tí vanliga skortandi reglufesti viðvíkj-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.