Fróðskaparrit - 01.01.1968, Side 62

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Side 62
70 Oyðing av rottum og músum í Føroyum Eftir lógarinmar 3. § hevur hvør eigari ella ánari (»ejer eller besidder«, t. e. festari, uppsitari, leigari o. s. fr.) skyldu at geva seg undir, at rottueitur verður lagt á hansara grund, og at hjálpa »eiturútleggjaranum« sum best. 1 greinargerðini verður sagt, at royndir úr øðrum londum hava sýnt, at neyðugt er at áleggja fastognarmonnunum hesar skyldur, sum eru nærri umrøddar í 5. § í reglugerðini. Her verður ásett, ait hvør eigari og leigari er skyldugur til at geva seg undir, at kannað verður, um rottur eru í húsum hansara ella jørð, og at eitur verður lagt har, og at hjálpa teimum, ið standa fyri rottu- oyðingini »bæði innanhýsis, í bø, haga og bakka«. Meiri skylda verður eftir 4. § løgd á eigarar, fyristøðumenn ella leigarar av virkjum, har matvørur verða framleiddar, goymdar ella seldar, við tað at teir skulu gera tiltøk til, at rottur sleppa ikki í tey rúm, har matvørur verða goymdar, og til, at lívstreytirnar hjá rottunum verða skerdar sum mest. Orðið »levnedsmidler«, sum nýtt er í danska tekstinum, kann bert verða nýtt um matvørur til fólk, orðið »føðievni« aftur- ímóti, ið nýtt er í føroyska tekstinum, hevur víðari týdning, so sum tað eisini ger vart við seg í 6. § í reglugerðini, ið sigur: »Eigari og leigari av virki, sum hevur framleiðslu, goymslu ella sølu av føðievni til menniskjur og djór« (tant her). Annars verður skylda ánaranna í nevndu 6. § ásett sum skylda til á annan bógvin at gera eftir teimum boðum, sum kommunan gevur til at forða fyri, at rottur koma inn í húsini ella hava tilhald á stykkinum uttanum, og á hin bógvin at beina burtur alt rusk, ið kann fáa rottur at marknast har. Hesar serstøku skyldur liggja bert á ánarunum av oman- fyri nevndu virkjum. Sagt verður í greinargerðini, at ein vildi ikki lata tær strangaru reglurnar í 4. § í lógini galda allar ognir, so sum gjørt er í øðrum londum — smb. t. d. 3. §, 2. stk. t donsku rottulógini frá 3. mai 1961 — tí smáum kommunum hevði verið torført at framt hesar ásetingar viðvíkjandi øllum ognum, summpart t! tað er ov kostnaðarmikið, og summpart »tí tað er ikki so lætt at seta ígjøgnum hjá teim, sum hava hesi mál í hondum«.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.