Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 38
46
Munurin millum Suðuroyarmál og føroyskt annars
SuíSurstreymoy og aSrastaSni (Hammershaimb 1891, Jacobsen
og Matras 1961, Lockwood 1955).
Blásturin verður, sum nevnt, sleptur í summum støðum aftan
á sjálvljóð inni í orðum alla í endanum av orðum. Hesar
støður eru, tá ið sjálvljóðið er langt: bíta, beit, bitin, lúka,
lokin, strúka, opa, róp, reyp, reypa o. o. At sjálvljóðið er
langt, vil siiga, at tað er tvíljóð, er tað stutt, er tað vanliga
einfaldað ljóð.
II
Nær eiitt sjálvljóð verður framborið langt í føroyskum,
velst um tyngdina á aftanástandandi hjáljóði ella hjáljóða-
flokki. Vanliga krevur einfak ella stutt hjáljóð í fornmálinum
langt sjálvljóð framman fyri sær í føroyskum: til, fer, skál,
loysa, tún o. s. fr.; langt sjálvljóð er eisini í útljóð í herðingar-
sterkari staving, c. d. fæ, træ, gø, bø. Langt hjáljóð ella hjá-
ljóðaflokkur í fornmálinum krevur stutt sjálvljóð framman-
fyri vatn, inni, uppi, rýmdi, takka, ætla o. s. fr. Við at kanna
orðini vatn, uppi, takka og ætla tleggja vit til merkis, at blástur
her er skotin inn framman fyri lokljóðinum, t. e. at stutt sjálv-
ljóð krevur blástur framman fyri p, t, k — eitt fyribrigdi, sum
vit finna aftur uppaftur skilligari í íslendskum (Guðfinnsson
1946).
III
1 føroyskum, eins og í íslendskum eru tað tó ikki allar
hjáljóðasamgongur, sum krevja stutt sjálvljóð frammanfyri.
Summar samgongur eru, ið tola langt sjálvljóð frammanfyri.
í íslendskum eru cær: p, t, k, s + v, j, r, (Guðfinnsson 1946).
í føroyskum eru tær mescsum hinar somu: p, t, k, s + j, r
(v í hesum støðum varðveitist ikki í føroyskum) umframt
p, k + /. Dømi: glopraregn, vitja, skotra, nakrir, flesjar o. o.;
epli, kvakla, miklir o. o. (Hammershaimb 1891, Jacobsen og
Matras 1961, Lockwood 1955).
Viðvíkjandi ð og »bleytum«, spirantiskum g er ikki heilt
greitt í føroyskum. Hesi bæði ljóð eru viðhvørt herd til lok-
ljóðini d og g, tá so er, krevst, um tey standa saman við