Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 112
120
GróSrarleivdir (sáð) av dvørgabjørk
Kannigarstaðurin. í Hoydølum norðan fyri Havnina (1.
mynd) er ein víð fløta. Hon røkkur norður- og eystureftir
niðan móti studentaskúlanum, vestureítir móti vegnum og
suðureftir oman móti Hoydalsá. í tvørmát er fløtan umleið
200 metrar.
Har fløtan nú er, var upprunaliga ein lægd, íkomin av
ovurdýping av tí ísi, sum í ístíðini gekk suður eystur av landi
á hesum leiðum. Seinri hevur har verið vatn, sum so við og
við er grynt av botnsettum Lívrunnum tilfari, og tiLfari, sum
sltolað og fokið er útí. At enda er so vatnið samangrógvið av
mýruvøkstri og vorðið ein fløta. Fløtan er 12 m o. sj., niður
á fast eru 702 cm. Ovastu 4 metrarnir eru mógvur, og niðaru
3 metrarnir diatomeevja.
Arbeiðsháttur. Borað varð við einum Livingstone bori við
einum stempli broytt av H. Krog, D.G.U. (E. Deevey Jr.).
Bundið varð um endarnar á rørunum, beinanvegin tey vóru
tikin upp, og tilfarið ikki tikið úr, fyrr enn á starvsstovuni á
D.G.U. Tilfarið varð kókað í tveir minuttir í 10% KOH og
sílað. Við tað at nógv leir var uppií, var tað kókað í HF í
eitt korter. Aftaná svávulsýruviðgerð í ein minutt, varð tað
lagt í sili'kon olju ólitað.
Sáðstrikumyndin. Sáðstriikumyndin 1. pl. vísir bert teir nið-
astu 30 cm av skurðinum. Vit síggja eina broyting frá berl-
igum, eyrutum og grýtutum lendi við heilt óvanliga høgum
procenttølum av Sedum og eisini væl av Oxyria, Plantago
maritima, Sagina og Lycopodium selago til tættarivaksandi
plantufeløg, grøs og mýrugrøs.
At sáð av brenninotu (Urtica dioica) er til steðar, vísir, at
henda planta er upprunalig í Føroyum. Hon hevur óivað
vaksið í bjørgunum. Rostrup (1870) sigur seg hava funnið hana
1 Nólsoy. í dag finst notan bert við bygdir.
Spjadd sáð- og grókorn eru eisini funnin av hesum plantum:
Artemisia, Botrychium, Campanula, Cerastium-slag, Cheno-
podiace, Cystoprteris, cfr. Epilobium, cfr. Galium, Hypericum,