Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 40
48
Munurin millum Suðuroyarmál og føroyskt annars
føroyskum annars, viShvørt so væl, at tey kunnu verða upp-
fatað sum long: reytt, eydna, beist, býttur o. o. Hesi tvíljóð
eru: ei, ey, oy, í-ý og — mest fyrr — ú og <5. Tað vil so til,
at hesi tvíljóð eru ógvuliga sjáldsom framman fyri sambondum
p, t, k, s + j, r og p, k + l, tað er tí trupult at meta nakað
avgjørt um, hvussu tey í Suðuroyarmáli verða viðgjørd í hesum
støðum.
V
Áðurnevndi blástur undan p, t, k (II) kann illa vera íkomin
uttan grund. Hann tykist at hava til endamáls at lætta um
yvirgongdina frá sjálvljóði til lokljóð í tvístavingarorðum, ein
yvirgongd, sum er vorðin heilt broytt vegna Ijóðalongdarkoll-
vel'tmgina (»kvantitetsomvæltningen«) í føroyskum — ein av
fylgjunum av hesi kollvelting er, at málsins kensla viðvíkjandi
viðurskiftunum millum stovnin í orðum og stavingauppbýtið í
orðum er vorðin ein onnur. Taka vit orð sum t. d. uppi, detta,
takka, er stovnurin í hesum orðum upp-, dett-, takk-, men
kanna vit stavingabýtið, síggja vit, at stovnurin verður k/lovin,
fyrra staving verður ávikavist u + biástur, de + blástur, ta
+ blástur, seinna staving verður lokljóð + aftanástandandi
sjálvljóð. At hesin blástur eisini er regluligur í einstavingar-
orðum (upp, glapp, datt, sokk o. s. fr.), kann skiljast sum
ávirkan frá tvístavingarorðum. Blásturin er regluligur við
framman fyri sambondum p, t, k hjáljóð, tó ikki v, j og
(aftan á p, k) l: vatn, ætla o. o., eisini hetta kann fyri ein part
koma av ávirkan frá sambondum sjálvljóð + langt lokljóð í
fornmálinum (upp, uppi, detta, datt o. s. fr.). — Taka vit orð
sum t. d. gapa, eta, kóka úr teimum føroysku bygdarmálum,
ið sleppa blástrinum aftan á lokljóðinum (I)3), síggja vit, at
eisini her tekur seinna staving við, har lokljóðið byrjar. Taka
vit so at enda orð við samgongunum p, t, k + r og p, k + l,
3) Tey føroysku bygdarmál, ið halda hesum blástri uppi, hava viðhvørt
lyndi til eisini at hava blástur framman fyri lokljóðinum — eitt fyribrigdi,
sum annars er ov lítið kannað til, at meira skal verða gjørt við tað her.