Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 37
Munurin millum Suðuroyarmál
og føroyskt annars
í longdaruppfatanini av p, t, k, s, + j, r
og p, k + l
Eftir Ulf Zachariasen
I
Høvuðsmunurin í føroyskum á lokljóðunum (klusilunum)
p, t, k (tenues, fortes) øðrumegin og b, d, g (mediae, lenes)
hinumegin er ikki tann, at p, t, k eru óraddað (unvoioed) og
b, d, g raddað (voiced); heldur er hann tann, at p, t, k verða
framborin við blástri (aspiratión) aftaná, meðan b, d, g ongan
slíkan blástur hava. Sama er at siga um hesi ljóð í øðrum,
men minni enn so øllum norðurlendskum málum. Umframt
henda høvuðsmun hava vit í føroyskum kanska eisini spenn-
ingsmun millum framburðin av p, t, k øðrumegin og b, d, g
hinumegin — eitt fyribrigdi, sum tó einki ávíst sigst um, fyrr
enn veruligar kanningar eru gjørdar.
At p, t, k sleppa hesum blástri í summum støðum, er kent
í øðrum norðurlendskum málum við. Aftan á s (spara, standa,
skorin) er tað vanligt. Harumframt finna vit, at blásturin í
summum støðum verður sleptur aftan á sjáivljóð, haruppií
tvíljóð inni í orðum ella í endanum av orðum — fyribrigdið
er væl kent í t. d. donskum (»klusilsvækkelse«) og íslendskum.
I føroyskum — eins og í t. d. íslendskum — er hetta seinna
fyribrigdið bygdarmálsmerki; tað er tað vanliga í Suðuroynni,