Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 26
34
Fólkanøvn í Vága sýslu 1801
3 Isak eru ein 55 ára óðalsbóndi í Seyrvági, ein 62 ára
kongsbóndi og ein 9 ára bóndasonur í Mykinesi.
31 Jacob eru í øllum bygdum, og J. er vanligasta mansnavn
í Vágum 1801. Aftrat teimum 31, iS hava J. sum einasta
fornavn, eru 2, ið hava J. sum seinna navn av tveimum,
og ein, ið hevur J. sum hitt fyrra av tveimum fornøvnum.
1 Jacob Peder er 30 ára jarðarbrúkari í Sandavági. Faðirin
er Peder Christian Jacobsen, so kanska hoyrir Peder upp
í eftirnavnið. Sí Christiansen.
2 Jens eru 59 ára húskallur í Seyrvági og ein 47 ára kongs-
bóndi í Mykinesi.
1 Jens Pauli er 19 ára bóndasonur í Sandavági.
4 Jesser eru 65 ára óðalsbóndi og ársgamal abbasonur hans-
ara í Mykinesi, 70 ára óðalsbóndi í Seyrvági og ein 23
ára bóndasonur í Miðvági.
28 Johan eru í øllum bygdum uttan í Seyrvági; men í fram-
burði man lítil ella eingin munur hava verið á Johan og
John, og tilsamans eru tey nøvnini enntá meiri útbreidd
enn Jacob.
1 Johan Michael Lund er 48 ára løgmaður á Steig i Sanda-
vági.
18 Johannes eru í øllum sóknum og í øllum aldri.
18 John eru í øllum bygdum í Vágum, men ikki í Mykinesi.
Sí eisini Johan.
1 Jon er 64 ára óðalsbóndi í Miðvági.
3 Michel eru 59 ára óðalsbóndi í Sandavági, 10 ára bónda-
sonur í Gásadali og ein 3 ára smádrongur í Miðvági. Sí
eisini Johan M.
8 Niclas eru allastaðni í Vágum uttan í Bíggjar sókn, men
ikki í Mykinesi.
1 Nicolai er 16 ára drongur í Seyrvági.
1 Nils er 34 ára húskallur í Sandavági.
20 Ole eru í øllum bygdum og í øllum aldri. Sí eisini O.
Jacob.
1 Ole Jacob er ársgamal drongur í Sandavági.
Pauli finst bara í samansetingum Hans P. og Jens P.