Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 49
Oyðing av rottum og músum í Føroyum
57
ógviliga leingi, í Vágum afturímóti at vera komin við einum
skipi, ið fór á land við Sandavág o. u. 150 ár fyri hansara
tíð (smib. Ludvig Petersen). Hetta skipbrotið sæst ikki nevnt í
tingbókunum, men har stendur (Tingb. I bl. 297—98), at eitt
reiðiliga stórt enskt skip, á ferð til Ameriku við útflytarum,
í 1637 kom inn í Vágar og keypti har nøkur ross og nakrar
seyðir. Ikki er óhugsandi, at rottan er komin til Vágarnar við
hesum skipi (og kann henda eisini til Vestmanna, har skipið
lá 1 nakrar dagar), tí rottuni tykist betur at dáma skip, sum
eru í langfarasigling (Weissmann). Sumt týðir á, at ikki fyrr
enn um hesa tíðina er rottan komin víða um í Føroyum.
Claussøn Friis skrivar í 1592, at ongar rottur eru í Føroyum,
»thi de kunne icke lefue der«, og hann nevnir í hesum sam-
bandi, at eisini aðrastaðni í Noregi eru støð, har rottan ikki
livir. Lauritzen Wolff nevnir (1651) stutt og greitt: »der er
ingen Rotter, Orme eller saadant Utøj«, og tað, sum Peder-
sen Beyer sigur sløk hundrað ár frammanundan (1567), um at
ikki verður føtt nakað »skadeligt djur der paa landet, som
er ulv, rev, orm, padde eller andre saadanne« kann verða
skilt so, at rottur hava ikki verið í Føroyum, hóast tær ikki
beinleiðis eru nevndar. Men meira ivingarsamt er, um Tar-
novius (1669) hevur viljað undantikið rotturnar, tá ið hatin
sigur, at tað eru ikki »vilde diur paa Ferøer, huercken Hiorte,
Ræffve eller Harer«. Ið hvussu er sigur Debes fá ár seinni
(1673), at rottur eru, um ikki á øllum oyggjunum. Tá ið vit
meta um, hvat teir ymissu høvundarnir hava sagt, mugu vit
minnast, at Lauritzen Wolff í flestum førum hevur upplýs-
ingar sínar um Føroyar frá Claussøn Friis, og vit mugu tí
ikki lata tað vera avgerandi, at hann í 1651 skrivar, at rott-
ur eru ikki í Føroyum. Tað ymissa, ið sagt hevur verið, týðir
so upp á, at upplýsingar Svabos um, nær hin svarta rottan er
komin til Føroya, eru rættar. I hesum sambandi kunnu vit
kanska eisini nevna ásetingina í »Store Reces« Kristians IV
frá 27. februar 1643, 2. bók, 19. kap. »Om Rottekrud«, har
sagt verður, at verður neyðugt at flyta inn rottukrút til Is-
lands og Føroya, »haffue Lendmændene derudi at giøre An-
5