Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 49

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 49
Oyðing av rottum og músum í Føroyum 57 ógviliga leingi, í Vágum afturímóti at vera komin við einum skipi, ið fór á land við Sandavág o. u. 150 ár fyri hansara tíð (smib. Ludvig Petersen). Hetta skipbrotið sæst ikki nevnt í tingbókunum, men har stendur (Tingb. I bl. 297—98), at eitt reiðiliga stórt enskt skip, á ferð til Ameriku við útflytarum, í 1637 kom inn í Vágar og keypti har nøkur ross og nakrar seyðir. Ikki er óhugsandi, at rottan er komin til Vágarnar við hesum skipi (og kann henda eisini til Vestmanna, har skipið lá 1 nakrar dagar), tí rottuni tykist betur at dáma skip, sum eru í langfarasigling (Weissmann). Sumt týðir á, at ikki fyrr enn um hesa tíðina er rottan komin víða um í Føroyum. Claussøn Friis skrivar í 1592, at ongar rottur eru í Føroyum, »thi de kunne icke lefue der«, og hann nevnir í hesum sam- bandi, at eisini aðrastaðni í Noregi eru støð, har rottan ikki livir. Lauritzen Wolff nevnir (1651) stutt og greitt: »der er ingen Rotter, Orme eller saadant Utøj«, og tað, sum Peder- sen Beyer sigur sløk hundrað ár frammanundan (1567), um at ikki verður føtt nakað »skadeligt djur der paa landet, som er ulv, rev, orm, padde eller andre saadanne« kann verða skilt so, at rottur hava ikki verið í Føroyum, hóast tær ikki beinleiðis eru nevndar. Men meira ivingarsamt er, um Tar- novius (1669) hevur viljað undantikið rotturnar, tá ið hatin sigur, at tað eru ikki »vilde diur paa Ferøer, huercken Hiorte, Ræffve eller Harer«. Ið hvussu er sigur Debes fá ár seinni (1673), at rottur eru, um ikki á øllum oyggjunum. Tá ið vit meta um, hvat teir ymissu høvundarnir hava sagt, mugu vit minnast, at Lauritzen Wolff í flestum førum hevur upplýs- ingar sínar um Føroyar frá Claussøn Friis, og vit mugu tí ikki lata tað vera avgerandi, at hann í 1651 skrivar, at rott- ur eru ikki í Føroyum. Tað ymissa, ið sagt hevur verið, týðir so upp á, at upplýsingar Svabos um, nær hin svarta rottan er komin til Føroya, eru rættar. I hesum sambandi kunnu vit kanska eisini nevna ásetingina í »Store Reces« Kristians IV frá 27. februar 1643, 2. bók, 19. kap. »Om Rottekrud«, har sagt verður, at verður neyðugt at flyta inn rottukrút til Is- lands og Føroya, »haffue Lendmændene derudi at giøre An- 5
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.