Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 58
66
Oyðing av rottum og músum í Føroyum
andi kunngerðing av lógum at fáa gildi í Føroyum. Einki saest
til, at løgtingiS hevur verið spurt viSvíkjandi lógini.
Lógin frá 6. mai 1921 skuldi eftir 5. § hennara verSa løgd
fyri í ríkisdagssetumi 1923/24 til endurskoSan, og hetta varS
eisini gjørt, og lógin varS aviloyst av lóg nr. 92 frá 29. mars
1924, sum, mótsatt fyrru lógunum, ikki var tíSarbundin. 1
henni var einki — heldur enn í rottulógunum frá 1910 og
1921 — fyrivarni viSvíkjandi Føroyum. Fíon kundi so statt
verSa sett í gildi viS kunngerSing í »Dimmalætting«; men viiS
taS at lógin í stórum hevSi sama innihald sum 1921-lógin,
sum ikki var kunngjørd í Føroyum, lá nær at hugsa, at 1924-
lógin heldur ikki fór at verSa sett í gildi í Føroyum, men viS
vanligum ósamsvari varS 1924-lógin kunngjørd í »Dimma-
lætting« 3. mai 1924. Heldur ikki sæst, at løgtingiS hevur veriS
spurt viSvíkjandi hesi lóg.
Eftir 1. § í lógini høvdu kommunurnar heimi'ld til at veka
studning til rottuoySing og í vissan mun eisini at áleggja fast-
ognarmonnum í kommununi at fremja slíika oySing. Hjá keyp •
staSarkommunum var taS beinleiSis skylda anna&hvørt sjálvar
at seta í verk rottuoySing ella at síggja fyri, at fastognar-
menninir gjørdu tað. Henda skylda hevur ætlandi eisini ligiS
á Havnar kommunu, sum eftir lóg nr. 126 frá 27. mai 1908
helst var at rokna sum keypstaSarkommuna ella, iS hvussu er,
javnmett viS slíka, smb. her 1. §, 2. stk. í rottulógini, har taS
stendur, at henda nevnda skylda lá á ikki bert rættiligum
keypstaSarkommunum, men eisini »Flækker og Handelsplad-
ser«.
Rottulógin frá 1924 tykist tó ongantíS at hava veriS nýtt
í Føroyum. Hetta sæst eitt nú av einum máli um rottuplág-
una, sum viðgjørd varð á løgtingi 1 1937. TaS var Gjáar
búnaSarfelag, iS hevði eina áheitan á tingiS um »at der for-
anlediges iværksat et systematisk Arbejde til Udryddelse af
Rotterne pa Færøerne«. TingiS helt, at taS, tá iS hugsaS varS
um, »at Rotterne aarlig ødelægger store Værdier saavel i Hus-
ejendomme som i Marker og Fuglefjelde«, hevði veriS »rime-
ligt, om der fra offentlig Side etableredes rationel Udryddelse«,