Fróðskaparrit - 01.01.1968, Side 61

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Side 61
Oyðing av rottum og músum í Føroyum 69 eru tær, at tær skulu taka lut í fyrireikandi arbeiðinum, fáa til vega tað neyðuga tilfarið og seta ein eiturleggjara. Viðvíkjandi fyrireikandi arbeiðinum stendur í 4. §, 3. stk. í reglugerðini at kommunurnar skulu hjálpa búnaðarráðgev- aranum við tí, summpart við at lata høli, har landbúnaðarráð- gevarin kann samráðast við eiturleggjararnar, summpart við, um neyðugt, at útvega hjálparar. Tá ið her er talan um fyri- reikandi arbeiði, er her holst hugsað um skrivstovuhjálp. Skyldan hjá kommununum til at útvega tilfar er umrødd í 2. § í reglugerðini. Av tí skilst, at fyrst og fremst er hugsað um eitur og kassar at leggja í. Útreiðslurnar hjá ikommununum eru nevndar í 8. § í lógini og 4. §, 1.—2. stk. í reglugerðini. Eftir seinast nevndu áseting hevur hvør kommuna skyldu til at seta ein álítandi mann, ið skal standa fyri at leggja rottueiturið og tí arbeiði, ið av tí stendst. Til at hesin maður kann fáa tær neyðugu royndir, eigur sami maður at verða settur hvørt ár. Smáar kommunur kunnu eftir nærri avráðing við landsstýrið seta ein »eitur- útleggjara« saman. Løn »eiturútleggjarans« ásetur kommunu- stýrið, tó so at hon í minsta lagi samsvarar lønini hjá ólærdum arbeiðsmanni á staðnum, smb. 8. § í lógini. Eftir 4. §, 3. stk. í reglugerðini skal kommunan á hvørjum ári fyri 1. juni siga landsstýrinum frá, hvør ið settur er sum eiturútleggjari. Útreiðslurnar av hesum ymissa verða eftir lógarinnar 6. § at gjalda av kommununum. í greinargerðini verður nevnt, at hildið verður náttúrligt, at tær einstøku kommunurnar bera hesar útreiðslur, tó so at fíggjarliga illa staddar kommunur kunnu fáa studning til tess úr landskassanum. Greinargerðin vísir í hesum sambandi til lógarinnar 7. §, sum sigur, at heim- ild er bert til at lata kommunum ókeypis eitur ella fóður- kassar, men ikki til at gjalda t. d. løn eiturútlaggjarans, sum jú kann vera heilt stór útreiðsla. 2. Skyldur hjá einstaklingum. Lógin skilir her ímillum skyldur, ið liggja á fastognar- monnum (3. §), og skyldur, ið liggja á ánarum av matvøru- virkjum (4. §).
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.