Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 64
72
Oyðing av rottum og músum í Føroyum
stýrinum, hvat ið møguliga er at átala hesum viðvíkjandi.
Men 9. § í lógini leggur tó á búnaðarráðgevaran skyldu yvir-
høvur at ansa eftiir, at fyriskipanir lógarinnar verða hildnar,
og tí má eisini liggja á honum at hava eftirlit við, at einstakl-
ingar gera skyldur sínar. Hetta skiilst eisini av 4. §, 3. stk. í
lógini, har búnaðarráðgevarin (saman við løgregluni) skal
ansa eftir, at hildin verða givin boð og settar freistir viðvíikj-
andi matvøruvirkjum, og serstakliga 4. §, 2. stk., sum sigur,
at búnaðarráðgevarin hevur eftirlit við, at ánarar av hesum
virkjum gera eftir lógarinnar fyriskipanum.
1 greinargerðini verður at enda nevnt sum 3. verkevni bún-
aðarráðgevarans at fyriseta treytir og geva gjøiligar fyriskip-
anir viðvíkjandi matvøruvirkjum. Sagt kann verða, at hetta
er ein liður í hjálparstarvsemi hansara yvirhøvur og øðrum
verkevnum viðvíkjandi útinnan av lógini, men tá ið hesar
treytir og fyriskipanir serstakliga eru tiknar fram í lógar-
innar 4. §, 2 stk, er náttúrligt, at greinargerðin hevur nevnt
hetta sum serstakt verlkevni. I 4. §, 2. stk. stendur, at bún-
aðarráðgevarin kann, tá ið hildið verður neyðugt, fyriseta
ánarunum av matvøruvirkjum treytir til at fremja neyðugar
atgerðir til bardaga ímóti rottum sambært teimum skyldum,
ið liggja á ánarunum eftir 4. §, 1. stk. Hesar treytir at fyriseta
kunnu ætlandi hava eyðkenni av vanligum fyriskipanum fyri
øll matvøruvirki ella fyri einstakar bólkar av teimum, eins
og fyriskipan fyri einstakt virki. Við tað at strangar rættar-
fylgjur kunnu standast av ikki at fylgja boðunum í 4. §, 2.
stk. — smb. lógarinnar 5. § og meiri niðanfyri — má helst
verða kravt, at -meira at kaila vanligar fyriskipanir hava
afturat sær ítøkiligar fyrisettar treytir fyri hitt einstaka yrkið,
áðrenn rættarfylgjurnar koma. Freistin at gera eftir slíkum
fyrisettum treytum er sambært 5. § í lógini sett tiil ein mánað,
men neyvan kann vera nakað, ið forðar fyri, at búnaðarráð-
gevarin gevur longri freist, so sum eisini tykist ætlað í 4. §,
3. stk. í tlógini, har ið talað verður um »givnar freistir«, sum
hevði verið óneyðugt, um bert hevði kunnað verið talan um
mánaðarfreist.