Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 24
32
Fólkanøvn í Vága sýslu 1801
1 Marine er 61 ára bóndakona í Seyrvági.
Marthe finst bara í samanseting M. Susanne.
1 Marthe Susanna Lund er 2 ára løgmansdóttir á Steig í
Sandavági.
3 Rachel eru 36 ára kona og 17 ára bóndadóttir í Sanda-
vági, og ein 6 ára bóndadóttir í Mykinesi.
1 Rachel Marie Svaboe er 29 ára ógift dóttir prestaeinkj-
unnar í Kálvalíð í Miðvági.
1 Ragnil er 37 ára kona í Seyrvági.
1 Sara er 15 ára »Tjenestepige« í Seyrvági.
3 Sara Sophia eru 27 ára bóndakona í Seyrvági, 13 ára
arbeiðskona á løgmansgarðinum á Steig í Sandavági og
ein 12 ára bóndadóttir í Gásadaii.
6 Sigga eru tríggjar í Seyrvági, 70, 68 og 7 ár. Henda yngsta
er ommudóttir aðra Siggu, men tær tríggjar í Miðvági,
Samdavági og í Mykine9Í eru allar einnevndar hvør í síni
bygd, og allar eru tær um fjøruti/hálvthundrað ár.
2 Sigga Cathrine eru tvær smágentur í Miðvági, 4 og 1 ár.
1 Sigga Malene er 18 ára genta í Miðvági.
1 Sigri er 64 ára bóndakona í Miðvági.
1 Sophia er 20 ára kona í Miðvági, og har aftrat eru 8, ið
hava S. sum seinna navn av tveimum, ein hevur S. sum
síðsta navn av trimum fornøvnum, og ein hevur S. sum
fyrra navn av tveimum.
1 Sophia Magdalena er ársgomul bóndadóttir í Bø.
16 Sundeva eru í øllum sóknum og í øllum aldri.
11 Susanna eru í øllum bygdum í Vágum, men ikki í Myki-
nesi. Sí eisini Elsebeth S., Maren S., Maria S., Marthe S.
og S. Cathrine.
1 Susanna Cathrine er 8 ára genta í Sandavági.
246 kvinnur í Vága sýslu 1801.