Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 23
Fólkanøvn í Vága sýslu 1801
31
1 Juliane er 5 ára bóndadóttir í Mykinesi.
2 Karen eru 68 ára bóndakona í Miðvági og 77 ára einkja
í Mykinesi.
Kristine finst bara í samansetingum K. Cathrine og
Dorthe K.
1 Kristine Cathrine Svaboe er 26 ára kona í Seyrvági.
1 Lena, 18 ár, tænir á løgmansgarðinum á Steig í Sanda-
vági.
7 Lisbeth eru tríggjar í Miðvági, 55, 50 og 7 ár; 35 ára
gomul genta í Sandavági, 32 ára bóndakona í Seyrvági
og tvær 18 ára gentur í Mykinesi.
Magdalena finst bara í samanseting Sophia M.
Magreta finst bara sum seinna navn í samansetingum
Anna M., Eva M. og Inger M.
16 Malene eru í øllum bygdum og í øllum aldri. Sí eisini
Elsebeth M., Sigga M. og M. Catrine.
1 Malene Catrine er ársgomul bóndadótcir í Sandavági.
17 Maren eru í øllum bygdum og í øllum aldri, og har aftrat
eru 5, ið hava M. sum fyrra navn av tveimum.
1 Maren Andrea Lund er 6 ára løgmansdóctir á Steig í
Sandavági.
1 Maren Catrine er 6 ára genta í Miðvági.
1 Maren Elisabeth er 11 ára genta í Sandavági.
1 Maren Sophia er ársgomul bóndadóttir í Miðvági.
1 Maren Susanna er 2 ára genta í Sandavági.
2 Mari eru báðar í Bíggjar sókn, 67 og 57 ár.
3 Mariane eru 40 ára bóndakona í Sandavági, 35 ára bónda-
kona í Mykinesi, og 5 ára bóndadóttir í Miðvági.
6 Marie eru tríggjar konur í Mykinesi, 63, 44 og 25 ár.
Hinar tríggjar eru allar í tjúgunum, tvær í Miðvági og
ein í Sandavági. Aftrat hesum eru tvær, ið hava M. sum
fyrra navn av tveimum, og tríggjar, ið hava M. sum
seinna av tveimum fornøvnum.
1 Marie Cathrine er 27 ára kona í Mykinesi.
1 Maria Susanna Svaboe er 50 ára presta-einkjan í Kálva-
líð í Miðvági.