Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 29
Fólkanøvn í Vága sýslu 1801
37
4 Jessers- eru í somu bygdum sum fornavnið J., tó ikki í
Miðvági.
34 Johannes- eru í øllum sóknum eins og fornavnið J.
60 Johans- eru í øllum bygdum og í øllum aldri.
23 Johns- eru somuleiðis í øllum bygdum og í øllum aldri.
3 Jons-. 1 Miðvági eru tvey eftirnøvn stavsett ávikavist
Jonsdatter og Jonssen, og somuleiðis hjá einum í Bø, men
navn faðirs henda síðstnevtnda er skilliga stavsett John.
5 Lund eru løgmaður Føroya og fýra børn hansara á Steiga-
garði í Sandavági.
3 Magnus- eru 82 ára gamalmenni og tvær 46—54 ára
bóndakonur í Seyrvági, men sum fomavn er M. ikki til
í Vágum 1801.
7 Michels- eru í øllum sóknum uttan í Seyrvági, og har
finst heldur ikki fornavnið M.
22 Niclas- eru í øllum sóknum í Vágum, men iikki í Myki-
nesi, og har er tað heldur ikki sum fornavn.
40 Oles- eru í øllum bygdum eins og fomavnið.
6 Peders- eru í øllum sóknum í Vágum, men ikki ! Myki-
nesi, og har er heldur ikki fornavnið P.
14 Pouls- eru í øllum sóknum í Vágum, men ikki í Myki-
nesi, og har er heldur ikki fornavnið P.
14 Rasmus- eru í øllum sóknum; eisini í Sandavági, har tað
ikki er sum fornavn.
4 Roberts- eru børn hins einnevnda Roberts í Miðvági.
3 Samuels- eru tvær smágentur í Miðvági og ein 49 ára
kona í Seyrvági.
8 Simons- em eins og fornavnið í Miðvági og í Sandavági,
og har aftrat er ein 90 ára einkja í Seyrvági við hesum
eftirnavni.
1 Sigvarts- er 35 ára húskallur í Gásadali.
3 Siverts- eru 24 ára genta og 28 ára drongur í Mykinesi,
og ein somuleiðis ógiftur 32 ára húskallur í Seyrvági.
8 Svaboe eru 59 ára einkja í Miðvági og 26 ára kona í
Seyrvági. Hini eru øll í KálvaMð í Miðvági: 50 ára