Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 45
Oyðing av rottum og músum í Føroyum
53
hava havt músina við sær, mugu tað vera norrønu landnáms-
menninir, ið flutt hana hava til Føroya.
Fyrstur at nevna músina er Claussøn Friis í stykkinum um
Føroyar í bók síni »Norriges oc omliggende Øers sandfærdige
Bescriffuelse«, ið kom í 1632, men var til í handriti longu í
1392. í stykkinum um Føroyar, ið er grundað á upplýsingar
frá føroyinginum Jaoob Oudensen (Rischel), verður nevnt, at
eingi onnur »vilde Diur« eru har uttan »Skouffmus«. At skóg-
músin (Apodemus sylvaticus) hevur livað í Føroyum, er ikki
ætlandi. Ivaleyst er tað húsmúsin, høvundurin sipar til.
O. u. 80 ár seinni (1673) verður músin nevnd hjá Debes.
Hann sigur, at hon er ikki í øllum oyggjunum, men nevnir
ikki í hvørjum oyggjum. Um orsøkina til, at hon er ikki alla-
staðni, sigur hann, at »en Part ere i den Mening, at de icke
kunne lefve pá de øer, hvor de iake nu findis«, men leggur
tó varin afturat, »ihvilket maa staa udi sin Værdi«. Sama
sjónarmið var frammi á Svabos døgum (1781—82). Hann
sigur, at ihann helt, at »Jord fra Norderøerne og Halm fra
Kolter og andrc wer, som ere fri for Rotter og Muus, skulle
fordrive dem fra de Huuse, hvori denne Jord eller Halm
findes«. Síðan greiðir hann frá, at teir gjørdu eima roynd og
førdu mold úr Norðuroyum til Havnar og løgdu hana í eitt
úthús, við tí úrsliti, at djórini hvurvu »i temmelig lang Tid«;
men tá ið ið tey komu aftur, og royndin aftur varð gjørd,
hevði tað onga ávirkan.
Av oyggjum, sum ongar mýs hava, nevnir Svabo Norð-
oyggjar, Koltur, Hest, Skúvoy og Dímun. Aftur at hesum
oyggjum leggur Landt (1800) Mykines; men hetta er óivað
skeivt (Degerbøl). Men eftir Svabos tíð er músin komin til
aðrar oyggjar, t. d. til Fugloyar, út í Hest og út í Mykines-
hólm. Hvussu Músin er komin til Fugloyar, vita vit einki um
uttan tað, at har hevur tikið seg fram eitt serstakt slag (Deger-
bøl). Jóan Chr. Poulsen afturímóti dugir at greiða frá, hvussu
músin kom út í Hest. Hetta hendi fyrstu ferð í 1908. Tá
eydnaðist at oyða tær aftur. Men fyrra heimsbardaga komu
tær aftur, og hesa ferð eydnaðist ikki at sleppa av aftur við