Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 45

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 45
Oyðing av rottum og músum í Føroyum 53 hava havt músina við sær, mugu tað vera norrønu landnáms- menninir, ið flutt hana hava til Føroya. Fyrstur at nevna músina er Claussøn Friis í stykkinum um Føroyar í bók síni »Norriges oc omliggende Øers sandfærdige Bescriffuelse«, ið kom í 1632, men var til í handriti longu í 1392. í stykkinum um Føroyar, ið er grundað á upplýsingar frá føroyinginum Jaoob Oudensen (Rischel), verður nevnt, at eingi onnur »vilde Diur« eru har uttan »Skouffmus«. At skóg- músin (Apodemus sylvaticus) hevur livað í Føroyum, er ikki ætlandi. Ivaleyst er tað húsmúsin, høvundurin sipar til. O. u. 80 ár seinni (1673) verður músin nevnd hjá Debes. Hann sigur, at hon er ikki í øllum oyggjunum, men nevnir ikki í hvørjum oyggjum. Um orsøkina til, at hon er ikki alla- staðni, sigur hann, at »en Part ere i den Mening, at de icke kunne lefve pá de øer, hvor de iake nu findis«, men leggur tó varin afturat, »ihvilket maa staa udi sin Værdi«. Sama sjónarmið var frammi á Svabos døgum (1781—82). Hann sigur, at ihann helt, at »Jord fra Norderøerne og Halm fra Kolter og andrc wer, som ere fri for Rotter og Muus, skulle fordrive dem fra de Huuse, hvori denne Jord eller Halm findes«. Síðan greiðir hann frá, at teir gjørdu eima roynd og førdu mold úr Norðuroyum til Havnar og løgdu hana í eitt úthús, við tí úrsliti, at djórini hvurvu »i temmelig lang Tid«; men tá ið ið tey komu aftur, og royndin aftur varð gjørd, hevði tað onga ávirkan. Av oyggjum, sum ongar mýs hava, nevnir Svabo Norð- oyggjar, Koltur, Hest, Skúvoy og Dímun. Aftur at hesum oyggjum leggur Landt (1800) Mykines; men hetta er óivað skeivt (Degerbøl). Men eftir Svabos tíð er músin komin til aðrar oyggjar, t. d. til Fugloyar, út í Hest og út í Mykines- hólm. Hvussu Músin er komin til Fugloyar, vita vit einki um uttan tað, at har hevur tikið seg fram eitt serstakt slag (Deger- bøl). Jóan Chr. Poulsen afturímóti dugir at greiða frá, hvussu músin kom út í Hest. Hetta hendi fyrstu ferð í 1908. Tá eydnaðist at oyða tær aftur. Men fyrra heimsbardaga komu tær aftur, og hesa ferð eydnaðist ikki at sleppa av aftur við
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.