Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 44
Oyðing av rottum og músum í Føroyum
Eitt rættar- og mentunarsøguligt yvirlit
Eftir E. A. Bjørk
Føroyar liggja soleiðis fyri, at landsúgdjór sleppa ikki hagar
sjálv. Tey súgdjór, ið eru, mugu tí vera førd hagar av rnenn-
iskjum við vilja ella óvart, ella tey eru komin í eini tíð, tá
ið landfast var við umheimin. Hesum seinna møguleika, ið
krevur, at djórini hava havt vetursetu í Føroyum í ístíðunum,
ið hvussu er tí síðstu, kunnu vit beinanvegin sleppa. Hildið
verður tí eisini, at tey ymissu húsdjórini eru flutt til Føroya
av fólki, fyrst og fremst av norrønum landnámsmonnum;
viðvíkjandi upprunaliga seyðaslagnum tó møguliga av írskum
einbúgvum.
Vill súgdjór í Føroyum eru bert rottur, mýs og harur. Haran
er flutt úr Noregi í seinnu helvt av 19. øld, men rottur og
mýs hava fólk óvart drigið til landið.
Av hesum djórum hevur húsmúsin (mus musculus) verið
saman við fólki langt aftur í tíðina. Orðið mús er eitt av
teimum orðum, ið felags eru í øllum indoeuropeiskum málum
(Falk & Torp), fornaldarrithøvundarnir Aristoteles og Pli-
nius nevna hana. Nær ið músin er komin til Føroya, vita vit
ikki. Sum nevnt frammanundan hevur hon neyvan havt
vetrarsetu her í ístíðunum (Degerbøl, Spárck). Degerbøl heldur
ikki líkindi vera til, at írskir einbúgvar hava havt hana við
sær; men í sjálvum sær er einki, ið forðar fyri, at teir kunnu
hava drigið hana við sær. Eru tað ikki írsku munkamir, ið